Orðtøk Sálomons 11
11
Framhald av fyrsta savni
1Svikavág er Harranum ein andstygd, men fulla vág væl honum líkar. 2Kemur hugmóð, kemur skomm, men hjá lítillátum er vísdómur. 3Rættvís verða leidd av sakloysi sínum, men trúleys verða týnd av falsi sínum. 4Ríkidømi hjálpir ikki á vreiðinnar degi, men rættvísi bjargar frá deyða. 5Rættlæti hins sakleysa slættar honum vegin, men gudleysur fellur um gudloysi sítt. 6Rættvís verða bjargað av rættvísi síni, men trúleys verða fangað í egnari girnd. 7Tá ið gudleysur maður doyr, er vónin farin, og illskapar væntan er vorðin til einkis. 8Rættvísur verður bjargaður úr neyð, men gudleysur kemur aftur í hans stað. 9Við munninum eitt illmenni granna sín spillir, men rættvís verða av kunnugleika bjargað. 10Tá ið væl gongst rættvísum, fegnast bygdin, tá ið gudleysir farast, er gleðisongur. 11Við signing av sakleysum kemur bygdin upp, men við munni á gudleysum verður hon niðurbrotin. 12Óvitigur maður vanvirðir granna sín, men vitigur maður tegir. 13Sleyivætti ber loyndarmál út, men trúlyntur sakina loynir. 14Har sum einki er stýri, má fólkið falla, men har sum mangir eru ráðvísir, gongst alt væl. 15Illa er hann staddur, ið gongur í veður fyri annan, men hann, ið handtak hatar, er tryggur. 16Yndislig kona fær heiður, og valdsmenn vinna sær ríkidømi. 17Góðhjartaður maður ger sál síni gott, men grimmur skaðar sítt egna hold. 18Gudleysur vinnur sær svikaligan vinning, men tann, sum rættferð sáar, fær varandi løn. 19At fara fram við rættferð førir til lívs, at tráa eftir illum leiðir til deyða. 20Rangsinnaðir eru Harranum ein andstygd, men teir, ið sakleysir ganga, líka honum væl. 21Her er hondin upp á tað, at vándur sleppur ikki undan revsing, men avkomið hjá rættvísum verður bjargað. 22Eins og gullringur í svínstrýni so er føgur kona, sum onga hevur spekt. 23Tað, ið rættvísir ynskja, verður eina til eydnu, tað, ið gudleysir vóna, verður til vreiði. 24Ein gevur ríkliga og fær altíð meira aftur, annar verður armur av órættum sparni. 25Vælgerin sál skal verða ríkliga mettað, og tann, ið øðrum lívgar, skal sjálvur verða lívgaður. 26Honum, sum dungar kornið saman, honum bannar fólkið, men signing kemur yvir høvur hans, sum selur tað. 27Tann, sum søkir tað, ið gott er, finnur náði, men tann, sum leitar eftir illum, verður fyri tí. 28Tann, sum lítur á ríkidømi sítt, skal falla, men rættvísir skulu spretta eins og leyvið. 29Tann, sum hús sítt fær í ólag, skal arva vind, og dárin verður trælur hjá hinum vitra. 30Fruktin hjá rættvísum er eitt lívstræ, og hin vísi vinnur sálir. 31Sí, hin rættvísi fær viðurlag her á jørð, hvat tá hin gudleysi og syndarin?
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society