Fjórða Mósebók 35
35
Um borgir Levitanna
1Harrin talaði framvegis við Móses á Móabs slætta við Jórdan áraka Jeriko og segði: 2«Bjóða Ísraelsmonnum, at teir skulu geva Levitunum burtur av arvalutum sínum borgir til at búgva í; somuleiðis skulu tit geva Levitunum beitilendi kring um borgir teirra. 3Borgirnar skulu teir hava at búgva í og beitilendini fyri fenað og fæflokkar og onnur djór. 4Beitilendini um borgirnar, sum tit geva Levitunum, skulu røkka túsund alnir út frá borgargarðinum alt íkring. 5Og uttan fyri borgina á eystursíðuni skulu tit mála tvey túsund alnir, á suðursíðuni tvey túsund alnir, á vestursíðuni tvey túsund alnir og á norðursíðuni tvey túsund alnir, í miðjuni skal borgin vera. Hetta skulu teir hava sum beitilendi kring um borgirnar. 6Men av borgunum, sum tit fáa Levitunum, skulu seks vera griðstaðir, hagar drápsmenn mega forða sær, og umframt hesar skulu tit fáa teimum fjøruti og tvær borgir. 7Borgirnar, sum tit fáa Levitunum, skulu soleiðis vera í alt fjøruti og átta borgir við beitilendum sínum. 8Tá ið tit nú lata hesar borgir burtur av ognum Ísraelsmanna, skulu fjølmentar ættir lata meiri og fámentar minni; hvør skal fáa Levitunum av borgum sínum samsvarandi tí arvaluti, sum honum hevur ognast.»
Um griðstaðir
9Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: 10«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma yvir um Jórdan, inn í Kánáanland, 11skulu tit velja tykkum høgligar borgir, ið tit skulu hava sum griðstaðir, hagar drápsmenn mega forða sær, tá ið teir av misgáu hava verið manni at bana. 12Hesar borgir skulu vera tykkum til vernd undan blóðhevnarum, so at banamaðurin ikki týnir lívið, áður enn hann hevur komið fyri savnaðin til dóms. 13Seks skulu borgirnar vera, ið tit lata til griðstaðir. 14Tríggjar skulu tit lata hinumegin Jórdan og tríggjar í Kánáanlandi; tær skulu vera griðstaðir; 15bæði fyri Ísraelsmenn og útisetan og niðursetumannin tykkara millum skulu hesar borgir vera til verndar, hagar hvør kann bjarga sær, sum av misgáu hevur verið manni at bana.
16Men verður hann einumhvørjum at bana við jarnamboði, tá er hann drápsmaður; og drápsmaðurin skal eirindaleyst láta lív; 17og verður hann manni at bana við steini, sum hann hevur í hendi, og sum er førur fyri at veita bana, tá er hann drápsmaður, og drápsmaðurin skal eirindaleyst láta lív; 18ella hann verður manni at bana við træamboði, sum hann hevur í hendi, og sum kann veita bana, tá er hann drápsmaður, og drápsmaðurin skal eirindaleyst láta lív. 19Blóðhevnarin skal drepa drápsmannin; so skjótt sum hann kemur fram á hann, skal hann drepa hann. 20Somuleiðis um hann av hatri rennir undir hann, ella hann av avráddum huga kastar eitthvørt eftir honum, so at hann doyr, 21ella hann í fíggindskapi slær hann við hondini, so at hann doyr av tí, tá skal tann, ið sló, eirindaleyst láta lív, hann er drápsmaður, og blóðhevnarin skal drepa drápsmannin, so skjótt sum hann kemur fram á hann.
22Men um hann í bráðræsi rennir undir hann, ikki í fíggindskapi, ella av óvart blakar eitthvørt amboð eftir honum, 23ella uttan at síggja hann rakar hann við steini, sum kann elva deyða, so at tað verður honum at bana, og var tó ikki fíggindi hans og ætlaði ikki at gera honum nakað mein, 24tá skal savnaðurin døma millum banamannin og blóðhevnaran eftir hesum lógum. 25Og savnaðurin skal hjálpa banamanninum undan blóðhevnaranum og flyta hann aftur í griðstað sín, sum hann var flýddur til, og har skal hann dvølja, hagar til høvuðspresturin, ið salvaður er við hini heilagu oljuni, er deyður. 26Men kemur banamaðurin út um markaskil griðstaðar síns, ið hann er flýddur til, 27og blóðhevnarin hittir hann fyri uttan markaskil griðstaðar hans, tá hevur blóðhevnarin loyvi at drepa banamannin uttan at verða blóðsekur; 28tí at banamaðurin skal verða í griðstaði sínum, hagar til høvuðspresturin doyr; men tá ið høvuðspresturin er deyður, tá má hann koma aftur hagar, sum hann hevur óðal sítt. 29Hetta skal vera lóg hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara.
Um deyðarevsing
30Verður einhvør manni at bana, skulu fleiri vitni verða hoyrd, áður enn banamaðurin verður dripin; maður má ikki verða dømdur til deyða eftir framburði av einans einum vitni. 31Tit mega ikki taka bøtur fyri banamann, sum er deyðasekur; hann eigur at týna lívið. 32Heldur ikki mega tit taka bøtur, til tess at tann, ið flýddur er í griðstað sín, má koma aftur á óðal sítt, áður enn høvuðspresturin er deyður. 33Tit mega ikki vanhalga tað land, sum tit búgva í, tí at blóðið vanhalgar landið, og landið fær einans sáttargerð fyri tað blóð, sum verður úthelt í tí, við blóði hans, ið úthelti tað. 34Tit mega ikki gera tað landið óreint, sum tit búgva í, og har eg havi bústað mín, tí at eg, Harrin, búgvi millum Ísraelsmanna.»
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 35: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society