Fjórða Mósebók 36
36
Arvaskipan Zelofhads døtra
1Men ættarhøvdingarnir av ættargrein Gileads sona, Mákirssonar, Manassesonar, av ættargreinum Jósefs sona, gingu fram fyri Móses, høvuðsmenninar og ættarhøvdingar Ísraelsmanna og mæltu orðum, 2og teir søgdu: «Harrin hevur boðið tær, harri, at skifta landið sundur millum Ísraelsmenn við lutkasti; og tær, harri, var eisini boðið av Harranum at lata arvalutin hjá Zelofhad, frænda okkara, til døtur hansara. 3Verða tær nú giftar monnum av øðrum ættargreinum Ísraelsmanna, tá verður jú arvalutur teirra tikin burtur av arvaluti fedra vára og verður lagdur aftur at arvalutinum hjá tí ættargrein, sum tær verða giftar inn í, so at minkað verður um okkara arvalut. 4Og tá ið fagnaðarár Ísraelsmanna kemur, tá verður arvalutur teirra lagdur aftur at arvalutinum hjá teimum ættum, sum tær vóru giftar inn í; og soleiðis verður minkað um arvalutin hjá ætt fedra vára við arvaluti teirra.»
5Tá gav Móses Ísraelsmonnum hesi boð eftir orðum Harrans: «Menninir av Jósefs ætt hava rætt í tí, teir siga. 6Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið viðvíkjandi døtrum Zelofhads: Tær mega verða giftar hvørjum, tær vilja, tó skal tað verða manni av kyntátti faðirsættar teirra. 7Eingin arvalutur hjá Ísraelsmonnum má fara úr eini ætt yvir í aðra, men hvør maður í Ísrael skal halda fast við arvalutin hjá faðirsætt síni. 8Hvør dóttir, sum arvar jørð í einihvørji av ættum Ísraelsmanna, skal verða gift manni av kyntátti í faðirsætt síni, so at hvør maður í Ísrael má verða sitandi við jørð fedra sína; 9eingin arvalutur má fara úr eini ætt yvir í aðra; men ættir Ísraelsmanna skulu halda fast hvør við sín arvalut.»
10Døtur Zelofhads gjørdu tá, eins og Harrin hevði boðið Mósesi, 11Mala, Tirza, Hogla, Milka og Noa, døtur Zelofhads, vórðu giftar sonum hjá faðirbrøðrum sínum. 12Tær giftust monnum av ættargrein sona Manasse Jósefssonar, og varð soleiðis arvalutur teirra verandi í kyntátti hjá faðirsætt teirra.
13Hetta vóru tær skipanir og tær lógir, sum Harrin legði fyri Ísraelsmenn við Mósesi á Móabs slættanum við Jórdan áraka Jeriko.
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 36: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society