Bible App logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 34

34
Landamark verða sett
1Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 2«Bjóða Ísraelsmonnum og sig við teir: Tá ið tit koma inn í Kánáanland, tá skal tað vera landið, ið tykkum skal ognast, Kánáanland alt at ytstu markum. 3Markið hjá tykkum fyri sunnan skal ganga frá Zin oyðimørk fram við Edóm. Móti eystri skal suðurmarkið byrja frá Salthavinum. 4Haðan skal markið ganga í bugi suður um Sporðdrekaskarðið, náa til Zin og enda fyri sunnan Kádesj-Barneu. Síðan skal tað ganga til Házar-Addar og náa til Azmon. 5Frá Azmon skal markið ganga í bugi til Egyptalands á og enda úti við sjógvin. 6Móti vestri skal havið mikla vera landamark tykkara. Tað skal vera vesturmarkið hjá tykkum. 7Hetta skal vera landamark tykkara fyri norðan: Frá havinum mikla skulu tit marka tað av alt at Hór fjallinum. 8Frá Hór fjallinum skulu tit marka av allan vegin, hagar leið liggur til Hámat, og haðan alla leið til Zedad; 9síðan skal landamarkið ganga til Zifron og enda við Házar-Enan; tað skal vera markið fyri norðan. 10Fyri eystan skulu tit lata landamarkið ganga frá Házar-Enan til Sjefam; 11framvegis skal landamarkið ganga frá Sjefam til Ribla fyri eystan Ájin og longur oman á fjallaryggin fyri eystan Kinneret vatnið. 12Haðan skal landamarkið ganga oman við Jórdan og enda í Salthavinum. Hetta skal vera landamarkið kring um tað land, ið skal verða tykkara.»
13Móses beyð nú Ísraelsmonnum og segði: «Hetta er tað land, sum tit skulu skifta sundur millum tykkara við lutkasti, og sum eftir boði Harrans skal verða givið teimum níggju ættunum og hini hálvu. 14Tí at Rubens ætt og Gáds ætt og hálva Manasse ætt, hvør ættargrein fyri seg, hava longu fingið sín arvalut. 15Tvær ættir og ein hálv hava fingið sín arvalut hinumegin Jórdan áraka Jeriko fyri eystan, har ið sól rísur.»
Menn skipaðir til at skifta landið sundur millum Ísraels ættir
16Og Harrin talaði við Móses og segði: 17«Hesi eru nøvnini á teimum monnum, ið skulu skifta landið sundur millum tykkara: Eleazar prestur og Jósva Nunsson; 18og umframt teir skulu tit taka ein høvdinga av hvørji ætt til at skifta landið sundur. 19Og hesi eru nøvn mannanna: Av Júda ætt Káleb Jefunneson; 20av ætt Símeons sona, Sjemuel Ammihudsson; 21av Benjamins ætt, Elidad Kislonsson; 22av Dáns ætt ein høvdinga, Bukki Joglison; 23av sonum Jósefs: Av ætt Manasse sona ein høvdinga, Hanniel Efodsson; 24av ætt Efraims sona ein høvdinga, Kemúel Sjiftansson; 25av ætt Zebulons sona ein høvdinga, Elizafan Parnaksson; 26av ætt Issakars sona ein høvdinga, Paltiel Azzansson; 27av ætt Ásjers sona ein høvdinga, Áhihud Sjelomison; 28av ætt Naftali sona ein høvdinga, Pedael Ammihudsson.» 29Hesir vóru teir, ið Harrin skipaði til at skifta Kánáanland sundur millum Ísraelsmanna.

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 34: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Fjórða Mósebók 34