Bible App logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 33

33
Steðgir Ísraelsmanna
1Hesir vóru teir ferðavegir, sum Ísraelsmenn gingu, tá ið teir fóru út úr Egyptalandi, leiddir av Mósesi og Ároni, hvør herfjøldin fyri seg. 2Eftir boði Harrans skrásetti Móses fráfaringarstaðir og ferðavegir teirra; og hesir eru ferðavegir teirra eftir teimum støðum, sum teir hildu útfrá: 3Teir hildu út úr Rámeses á fimtanda degi hins fyrsta mánaðar; tað var dagin eftir páskir, at Ísraelsmenn fóru avstað undir verndarhond fyri eygum alra Egypta, 4meðan Egyptar fingust við at jarða allar frumburðir sínar, sum Harrin hevði dripið hjá teimum, tí at Harrin hevði latið revsidómar ganga yvir gudar teirra. 5Og Ísraelsmenn fóru út úr Rámeses og settu herbúðir sínar í Sukkot. 6Síðan hildu teir út úr Sukkot og settu herbúðir sínar í Etam, har sum oyðimørkin trýtur. 7Og teir hildu út úr Etam og fóru í bugi móti Pi-Hákirot áraka Báal-Sefon og settu herbúðir sínar fyri eystan Migdol. 8Frá Pi-Hákirot hildu teir út og fóru beint tvørtur um havið inn í oyðimørkina, og teir gingu tríggjar dagsferðir í Etam oyðimørk og settu síðan herbúðir sínar í Mára. 9Frá Mára hildu teir út og komu til Elim, í Elim vóru tólv vatnslindir og sjeyti pálmatrø, og har settu teir herbúðir sínar. 10Og teir hildu út úr Elim og settu herbúðir sínar við Reyðahavið. 11Frá Reyðahavinum hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Sin oyðimørk. 12Frá Sin oyðimørk hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Dofka. 13Frá Dofka hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Álusj. 14Frá Álusj hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Refidim; her hevði fólkið einki vatn at drekka. 15Síðan hildu teir út úr Refidim og settu herbúðir sínar í Sinai oyðimørk. 16Frá Sinai oyðimørk hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Kibrot-Hattava. 17Frá Kibrot-Hattava hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Házerot. 18Frá Házerot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ritma. 19Frá Ritma hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Rimmon-Perez. 20Frá Rimmon-Perez hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Libna. 21Frá Libna hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Rissa. 22Frá Rissa hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Keheláta. 23Frá Keheláta hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Sjefer fjalli. 24Frá Sjefer fjalli hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Hárada. 25Frá Hárada hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Makhelot. 26Frá Makhelot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Táhat. 27Frá Táhat hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Tára. 28Frá Tára hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Mitka. 29Frá Mitka hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Hasjmona. 30Frá Hasjmona hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Móserot. 31Frá Móserot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Bene-Jáakan. 32Frá Bene-Jáakan hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Hór-Haggidgad. 33Frá Hór-Haggidgad hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Jotbata. 34Frá Jotbata hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ábrona. 35Frá Ábrona hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ezjon-Geber. 36Frá Ezjon-Geber hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Zin oyðimørk, tað er Kádesj. 37Frá Kádesj hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Hór fjalli við Edóms landamark.
38Og Áron prestur fór eftir boði Harrans niðan á Hór fjall og andaðist har á fjørutiunda ári eftir burturferð Ísraelsmanna úr Egyptalandi á fyrsta degi hins fimta mánaðar. 39Áron var eitt hundrað og tjúgu og trý ára gamal, tá ið hann andaðist á Hór fjalli. 40Men Kánáanitin, kongurin av Árad, sum búði á suðurlandinum í Kánáanlandi, fekk fregn av komu Ísraelsmanna.
41Síðan hildu teir avstað frá Hór fjalli og settu herbúðir sínar í Zalmona. 42Frá Zalmona hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Púnon. 43Frá Púnon hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Óbot. 44Frá Óbot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ijje-Háabarim við Móabs landamark. 45Frá Ijje-Háabarim hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Dibon-Gád. 46Frá Dibon-Gád hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Almon-Diblatáim. 47Frá Almon-Diblatáim hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Ábarim fjøllum fyri eystan Nebo. 48Frá Ábarim fjøllum hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Móabs slættanum við Jórdan áraka Jeriko. 49Har settu teir herbúðir sínar við Jórdan frá Bet-Jesjimot og til Ábel-Sjittim á Móabs slættanum.
Boð um at avoyða Kánáanitar og gudsdýrkan teirra
50Og Harrin talaði við Móses á Móabs slættanum við Jórdan áraka Jeriko og segði: 51«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma yvir um Jórdan inn í Kánáanland, 52tá skulu tit reka undan tykkum allar íbúgvar landsins og beina fyri øllum myndaverkum teirra, øllum teirra stoyptu myndum skulu tit beina fyri og ríva niður allar offurheyggjar teirra; 53tit skulu leggja landið undir tykkum og byggja tað; tí at tykkum havi eg givið landið til ognar. 54Og tit skulu skifta landið sundur við lutkasti millum tykkara eftir ættargreinum tykkara, soleiðis at fjølment ætt fær miklan arvalut og fáment ætt lítlan arvalut. Tað, sum hvørjum lutast við lutkasti, tað skal vera hansara ogn. Eftir ættum fedra tykkara skulu tit skifta landið sundur millum tykkara. 55Men reka tit ikki íbúgvar landsins burtur undan tykkum, tá skulu teir, sum tit lata vera eftir av teimum, verða tornir í eygum tykkara og broddar í síðum tykkara; og teir skulu treingja tykkum í landinum, sum tit búgva í. 56Og tá geri eg við tykkum tað, sum eg hevði ætlað at gera við teir.»

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 33: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Fjórða Mósebók 33