Fjórða Mósebók 32
32
Ættleggir Rubens og Gáds og helmingur av Manasse setast niður í Gilead
1Rubenitar og Gáditar áttu nú ovurmiklar fæflokkar; og tá ið teir sóu, at landið um Jázer og Gilead land var frálíkt beiti fyri fenað, 2komu teir og søgdu við Móses og Eleazar prest og høvdingar savnaðarins: 3«Átarot, Dibon, Jázer, Nimra, Hesjbon, Eleale, Sebam, Nebo og Beon, 4landið, sum Harrin hevur vunnið fyri savnað Ísraels, er frálíkt beitilendi hjá fenaði, og tænarar tínir eiga jú fæflokkar.» 5Og teir søgdu: «Um vit hava fingið náði fyri eygum tínum, tá lat tænarar tínar fáa hetta land til ognar og før okkum ikki yvir Jórdan!»
6Men Móses svaraði Gáditum og Rubenitum: «Skulu brøður tykkara fara í bardaga og tit vera eftir her? 7Hví taka tit dirvið frá Ísraelsmonnum til at fara yvirum inn í landið, sum Harrin hevur givið teimum? 8Soleiðis gjørdu eisini fedrar tykkara, tá ið eg sendi teir frá Kádesj-Barnea til at hyggja at landinum; 9teir fóru norður í Esjkoldalin og hugdu at landinum, men tóku síðan dirvið frá Ísraelsmonnum, so at teir ikki fóru inn í tað landið, sum Harrin hevði givið teimum. 10Tann dagin tendraðist vreiði Harrans, so at hann svór og segði: 11Eingin av teimum monnum, ið fóru út úr Egyptalandi frá tjúgu ára aldri og haðan eldri, skal fáa tað land at síggja, sum eg svór Ábrahami, Ísaki og Jákupi, fyri at teir ikki fylgdu mær av heilum huga – 12eingin uttan Kenizzitin Káleb Jefunneson og Jósva Nunsson, tí at teir fylgdu mær av heilum huga. 13Og Harrin reiddist mikið inn á Ísrael og læt teir reika um oyðimørkina í fjøruti ár, hagar til alt tað ættarliðið var farið í grøvina, sum hevði gjørt tað, sum ilt var í eygum Harrans. 14Og sí, nú hava tit tikið við eftir fedrum tykkara til at vera ólýdnir, tykkara syndiga harkalið, og hava birt upp undir vreiði Harrans móti Ísrael! 15Tí at víkja tit frá honum, tá man hann lata teir reika enn longur um oyðimørkina, og tá verða tit øllum hesum fólki atvold í glatan.»
16Teir gingu tá til hansara og søgdu: «Vit vilja einans byggja fæflokkum okkara byrgi her og húskjum okkara borgir; 17men sjálvir vilja vit búgvast til at fara í bardaga á odda fyri Ísraelsmonnum, hagar til vit hava fingið teir á stað sín, men húski okkara skulu vera eftir í teimum víggirdu borgunum óttaleys fyri íbúgvum landsins. 18Ikki fara vit heim aftur, fyrr enn Ísraelsmenn hava fingið hvør sín arvalut. 19Men vit skulu ongastaðni hinumegin Jórdan hava arvalut saman við teimum, tí at vit hava fingið okkara arvalut her fyri eystan Jórdan.» 20Tá segði Móses við teir: «Ja, vilja tit gera hetta, búgva tit tykkum til bardaga fyri ásjón Harrans, 21og allir vígførir menn tykkara fara yvir um Jórdan fyri ásjón Harrans og verða har, hagar til hann hevur rikið allar fíggindar sínar undan sær, 22og teir ikki venda heim aftur, fyrr enn landið liggur kúgað fyri ásjón Harrans, tá skulu tit vera ósekir bæði fyri Harranum og fyri Ísrael, og hetta landið skal ognast tykkum fyri ásjón Harrans. 23Men gera tit ikki hetta, tá synda tit móti Harranum, og tit skulu fáa at royna, at synd tykkara kemur tykkum aftur um brekku! 24Byggið nú húskjum tykkara borgir og fenaði tykkara byrgi og gerið tað, sum tit hava sagt!» 25Tá søgdu Gáditar og Rubenitar við Móses: «Tænarar tínir vilja gera, eins og tú býður, harri. 26Børn og konur okkara, fæflokkar og allur fenaður okkara skulu verða eftir her í borgunum í Gilead, 27men tænarar tínir, allir, sum førir eru til víggja, skulu fara yvirum fyri ásjón Harrans í bardaga, eins og tú býður, harri.»
28Tá beyð Móses Eleazari presti og Jósva Nunssyni og ættarhøvdingum Ísraelsmanna 29og segði við teir: «Fara allir Gáditar og allir Rubenitar, sum førir eru til víggja, yvir um Jórdan við tykkum fyri ásjón Harrans, og landið verður tykkum undirlagt, tá skulu tit lata teir fáa Gilead land; 30men fara teir ikki herbúnir yvir við tykkum, tá skulu teir fáa ognarlut sín saman við tykkum í Kánáanlandi.» 31Tá svaraðu Gáditar og Rubenitar og søgdu: «Tað, sum Harrin hevur sagt við tænarar tínar, vilja vit gera; 32vit vilja herbúnir fyri ásjón Harrans fara yvirum í Kánáanland, men arvalutur okkara skal vera hesumegin Jórdan.»
33Tá gav Móses Gáditum og Rubenitum og hálvu ætt Manasse Jósefssonar ríkið hjá Sihoni, kongi Ámorita, og ríkið hjá Og, kongi av Básjan, landið við borgunum fyri innan alt landamarkið, borgirnar víða hvar í landinum. 34Gáditar bygdu tá upp aftur Dibon, Átarot, Ároer, 35Átarot-Sjófan, Jázer, Jogbeha, 36Bet-Nimra og Bet-Háran, tað vóru víggirdar borgir og byrgi fyri fenað. 37Og Rubenitar bygdu upp aftur Hesjbon, Eleale, Kirjatáim, 38Nebo, Báal-Meon, sum teir góvu onnur nøvn, og Sibma. Og teir nevndu borgirnar, sum teir bygdu, við nýggjum nøvnum. 39Men synir Mákirs Manassesonar fóru til Gilead og løgdu tað undir seg og róku burtur teir Ámoritar, sum har búðu. 40Móses gav Mákiri Manassesyni Gilead, og hann settist niður har. 41Jáir Manasseson fór og legði undir seg tjaldbygdir teirra; og hann nevndi tær tjaldbygdir Jáirs. 42Og Nóba fór og legði undir seg Kenat og bygdirnar kring hana; og hann nevndi hana Nóba eftir sínum egna navni.
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 32: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society