Bible App logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 31

31
Orrustan við Midianitar
1Og Harrin talaði við Móses og segði: 2«Hevn Ísraelsmanna á Midianitar; síðan skalt tú savnast til fedra tína.» 3Tá talaði Móses við fólkið og segði: «Búgvið út menn av tykkum til at fara herferð og herja á Midianitar og fullføra hevnd Harrans á teir. 4Túsund mans av hvørji ætt av øllum ættum Ísraels skulu tit búgva út til hernaðar.» 5Av túsundum Ísraels vórðu tá tiknir túsund mans av hvørji ætt, tólv túsund herbúnir menn í alt. 6Síðan sendi Móses teir í hernað, túsund mans av hvørji ætt og við teimum Pinehas, son Eleazars prests, ið hevði við sær hini halgu amboð og glymlúðrarnar.
7Teir løgdu til orrustu við Midianitar, eins og Harrin hevði boðið Mósesi, og drópu allar kallmenn; 8og millum aðrar vignar menn drópu teir kongar Midians, Evi, Rekem, Zur, Hur og Reba, Midians fimm kongar, eisini Bileam Beorsson drópu teir við svørði. 9Ísraelsmenn hertóku konur og børn Midianita og rændu allan fenað og allar fæflokkar og allar ognir teirra; 10og allar borgir og bústaðir og allar tjaldbygdir teirra brendu teir. 11Teir tóku alt ránsfæið og allan herfongin bæði av fólki og fenaði 12og førdu Mósesi og Eleazari presti og savnaði Ísraelsmanna tað hertikna fólkið, ránsfæið og herfongin í herbúðirnar á Móabs slætta við Jórdan áraka Jeriko.
13Men Móses og Eleazar prestur og allir høvdingar savnaðarins fóru ímóti teimum út um herbúðirnar, 14og Móses reiddist inn á herhøvdingarnar, ið komu aftur av herferðini, bæði á teir, ið stóðu á odda fyri túsundum, og teir, ið stóðu á odda fyri hundraðum; 15og Móses segði við teir: «Hava tit latið allar konur teirra vera á lívi? 16Sí, tað vóru jú tær, sum av Bileams ráðum tøldu Ísraelsmenn til ótrúskap móti Harranum vegna Peors, so at plágan kom yvir savnað Harrans! 17Drepið tí øll sveinbørn og allar konur, ið hava havt samlegu við menn; 18men allar gentur, sum ikki hava havt samlegu við menn, skulu tit lata liva tykkum til handa. 19Sjálvir skulu tit hølast fyri uttan herbúðirnar í sjey dagar; og hvør tykkara, sum hevur dripið einhvønn ella nortið við einhvønn vignan, skal reinsa seg á triðja degi og á sjeynda degi, bæði tit og teir, ið tit hava hertikið. 20Og hvørt eitt klæði og allar lutir av skinni og alt, sum er gjørt úr geitarhárum, og øll træílát skulu tit reinsa.»
21Og Eleazar prestur segði við hermenninar, sum høvdu verið við í bardaganum: «Hetta er tað lógboð, sum Harrin hevur givið Mósesi: 22Einans gull og silvur, kopar, jarn, tin og blýggj, 23alt, sum tolir eld, skulu tit lata ganga gjøgnum eld, so at tað verður reint, tó skulu tit eisini reinsa tað við reinsanarvatni; men alt, sum ikki tolir eld, skulu tit lata ganga gjøgnum vatn. 24Og tit skulu tváa klæði tykkara á sjeynda degi og eru tá reinir. Síðan mega tit koma aftur í herbúðirnar.»
25Og Harrin talaði við Móses og segði: 26«Saman við Eleazari presti og ættarhøvdingum savnaðarins skalt tú telja tann hertikna fongin bæði av fólki og fenaði 27og skifta hann sundur í tvey, soleiðis at teir, sum fóru í hernað og vóru við í bardaganum, fáa annan helmingin og allur savnaðurin hin. 28Og tú skalt taka Harranum skattgjald av teimum hermonnunum, sum fóru í hernað, eina skepnu av hvørjum fimm hundraðum, bæði av monnum, neytum, øsnum og seyðum; 29av teirra helmingi skalt tú taka tað og fáa Eleazari presti tað sum avskurðaroffur Harranum til handar. 30Men av tí helmingi, ið lutast hinum Ísraelsmonnum, skalt tú taka eina skepnu av hvørjum fimmti, bæði av monnum, neytum, øsnum og seyðum, av øllum fenaði, og flýggja tað Levitunum, ið hava umsjón við tjaldtempli Harrans.»
31Og Móses og Eleazar prestur gjørdu eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 32Men herfongurin, tað, sum eftir var av tí ránsfæ, sum herfólkið hevði rænt, kom upp í seks hundrað og sjeyti og fimm túsund seyðir, 33sjeyti og tvey túsund neyt, 34seksti og eitt túsund asnar, 35og av fólki, av konum, ið ikki høvdu havt samlegu við menn, vóru tríati og tvey túsund. 36Tann helmingurin, ið lutaðist teimum, ið høvdu verið í bardaganum, kom upp í trý hundrað og tríati og sjey túsund og fimm hundrað seyðir, 37skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í seks hundrað og sjeyti og fimm seyðir, 38tríati og seks túsund neyt – skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í sjeyti og tvey – 39tríati túsund og fimm hundrað asnar – skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í seksti og ein – 40sekstan túsund mans – av hesum var skattgjaldið til Harrans tríati og tveir. 41Og Móses fekk Eleazari presti hetta avskurðarskattgjald til Harrans, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 42Hin helmingin, sum hinir Ísraelsmenn fingu, og sum Móses tók burturav frá teimum, sum høvdu verið í bardaga – 43helmingur savnaðarins kom upp í trý hundrað og tríati og sjey túsund og fimm hundrað seyðir, 44tríati og seks túsund neyt, 45tríati túsund og fimm hundrað asnar 46og av monnum sekstan túsund – 47av helminginum, sum hinir Ísraelsmenn fingu, tók Móses eina skepnu av hvørjum fimmti, bæði av monnum og fenaði, og fekk tað Levitum, sum høvdu umsjón við tjaldtempli Harrans – eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
48Tá gingu herhøvdingarnir, oddamenninir fyri túsundum og oddamenninir fyri hundraðum fram fyri Móses 49og søgdu við hann: «Vit tænarar tínir taldu hermenninar, sum vit høvdu við okkum, og vit saknaðu ongan teirra. 50Tí koma vit nú fram fyri Harran hvør við síni offurgávu av gullgripum, sum hann kom fram á, armringar, armbond, fingurgull, oyrnagull og hálsmen, til tess at veita okkum sáttargerð frammi fyri Harranum.» 51Móses og Eleazar prestur tóku nú við hesum gulli frá teimum; tað var alskyns listasmíði. 52Alt tað gull, ið oddamenninir fyri túsundum og oddamenninir fyri hundraðum góvu Harranum sum avskurðaroffur, kom upp í sekstan túsund og sjey hundrað og fimmti siklar. 53Hermenninir høvdu tikið herfong hvør sær. 54Tá ið Móses og Eleazar prestur høvdu tikið við gullinum av oddamonnunum fyri túsundum og av oddamonnunum fyri hundraðum, fluttu teir tað inn í samfundartjaldið til áminningar frammi fyri Harranum um Ísraelsmenn.

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 31: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Fjórða Mósebók 31