Bible App logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 25

25
Hjágudadýrkan Ísraels í Sjittim og dáð Pinehasar og løn hans afturfyri
1Meðan Ísraelsmenn dvaldu í Sjittim, fór fólkið at dríva hor við Móabs døtrum; 2tær buðu fólkinum til offurveitslu hjá gudum sínum, og fólkið át og tilbað gudar teirra. 3Men av tí at Ísrael soleiðis hevði samlag við Báal-Peor, tendraðist vreiði Harrans ímóti Ísrael. 4Og Harrin segði við Móses: «Tak allar oddamenn fólksins og hong teir út á berajól fyri Harranum, til tess at brennandi bræði Harrans má víkja frá Ísrael.» 5Móses segði tá við dómarar Ísraels: «Drepið nú hvør hjá sær teir menn, ið hava lagt samlag við Báal-Peor!»
6Og sí, tá kom ein av Ísraelsmonnum og hevði við sær midianitiska konu til brøður sínar beint fyri eygunum á Mósesi og øllum savnaði Ísraelsmanna, meðan teir sótu og grótu fyri durum samfundartjaldsins. 7Men tá ið Pinehas, sonur Eleazars, sonar Árons prests, sá tað, fór hann út úr miðjum savnaði við spjóti í hendi; 8og hann elti Ísraelitan inn í skemmuna og rendi spjótið gjøgnum tey bæði, Ísraelitan og konuna, gjøgnum kviðin. Tá veik plágan frá Ísraelsmonnum. 9Men teir, ið doyðu av pláguni, vóru tjúgu og fýra túsund.
10Tá talaði Harrin við Móses og segði: 11«Pinehas, sonur Eleazars, sonar Árons prests, hevur vent vreiði míni frá Ísraelsmonnum, við tað at hann brann av vandlæti mínum teirra millum; tessvegna havi eg ikki aloytt Ísraelsmenn í vandlæti mínum. 12Tí skalt tú siga: Sí, honum gevi eg friðarsáttmála mín; 13honum og eftirkomarum hansara skal lutast sáttmáli um ævigt prestadømi, aftur fyri at hann brann av vandlæti vegna Guðs síns og veitti Ísraelsmonnum sáttargerð!»
14Men hin vigni Ísraelitin, ið vigin var saman við hini midianitisku konuni, æt Zimri Saluson, høvdingi fyri einum kyntátti av Símeons ætt. 15Men hin vigna midianitiska konan æt Kozbi Zursdóttir; hann var ættarhøvdingi fyri einum kyntátti hjá Midianitum.
16Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 17«Leggið at Midianitum og vegið teir; 18tí at teir løgdu at tykkum við lokabrøgdum sínum, sum teir gintu tykkum við í tí, sum bar á við Peor og við Kozbi, dóttur midianitiska høvdingans, tjóðfelaga teirra, sum varð vigin ta ferðina, tá ið plágan herjaði vegna Peor.»

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 25: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in