Fjórða Mósebók 24
24
Bileam vælsignar Ísrael triðju og fjórðu ferð
1Tá ið Bileam sá, at tað hóvaði Harranum at vælsigna Ísrael, fór hann ikki eins og áður at leita ráð við rúnir, men snúði sær móti oyðimørkini. 2Og tá ið Bileam leit seg um og bar eyga við Ísrael, har hann lá í herbúðum sínum, ættarfólk við ættarfólk, tá kom andi Guðs yvir hann. 3Og hann flutti spáljóð sítt og mælti: «Svá mælir Bileam Beorsson, svá mælir maðurin, hvørs eyga er afturlatið; 4svá mælir hann, sum hoyrir orð Guðs og tekkir ráð hins hægsta, skoðar sjónir hins alvalda, nígandi niður og við upplatnum eygum. 5Hvør føgur eru tjøld tíni, Jákup, og bústaðir tínir, Ísrael! 6Eins og víðir dalar, eins og aldingarðar við áarløk, eins og aloetrø, ið Harrin hevur sett niður, eins og sedristrø við vatnið! 7Vatnið rennur av skjólum hans, og sáðkorni hansara trýtur ikki væta; kongur hans er mætari enn Ágag og kongsdømi hans mikið í metum! 8Sá Guð, ið leiddi teir úr Egyptalandi, er honum eins og horn villoksans, hann týnir tjóðir, ið rísa móti honum, smildrar bein teirra og morlar teirra lendar. 9Hann leggur seg niður, fer til hvíldar eins og ljónið, eins og kvennljónið, hvør torir reka hann á føtur? Vælsignaður hvør, ið teg vælsignar, bølbiðin hvør, ið teg bølbiður!»
10Bálak varð tá mikið vreiður inn á Bileam, og hann sló hendurnar saman og segði við Bileam: «Til tess at biðja bølbøn yvir fíggindar mínar søkti eg teg, og sí, nú hevur tú vælsignað teir tríggjar ferðir! 11Far tær tí sum skjótast heim aftur til tín sjálvs! Eg ætlaði at veita tær mikla sømd, men nú hevur Harrin tikið hana frá tær!» 12Bileam svaraði Bálaki: «Segði eg ikki við ørindrekar tínar, sum tú sendi til mín: 13Um so Bálak gevur mær hús síni full av silvuri og gulli, kann eg ikki gera ímóti boði Harrans til at gera gott ella ilt eftir mínum egna tykki; tað, sum Harrin sigur, vil eg tala. 14Sí, eg fari nú heim aftur til fólks míns, men fyrst vil eg lata teg vita, hvat henda tjóð man gera tíni tjóð í komandi døgum.» 15Hann flutti tá spáljóð sítt og mælti: «Svá sigur Bileam Beorsson, svá sigur maðurin, hvørs eyga er afturlatið. 16Svá mælir hann, ið hoyrir orð Guðs og tekkir ráð hins hægsta, skoðar sjónir hins alvalda, nígandi niður við upplatnum eygum. 17Eg síggi hann, tó ikki nú, eg hómi hann, tó ikki í nánd. Stjørna rennur upp av Jákupi, veldissproti rísur av Ísrael. Hann morlar tunnvanga Móabs og hviril alra Sets sona. 18Edóm verður tegnland, teir, ið komast undan Se'ir, bera ikki boðini heim, men Ísrael vinnur mikið veldi, 19og Jákup kúgar fíggindar sínar.»
Spáljóð Bileams um aðrar tjóðir
20Men tá ið hann bar eyga við Ámalekitar, flutti hann aftur spáljóð sítt: «Fremstur millum tjóða er Ámalek, men at endanum má hann lúta!» 21Og tá ið hann sá Kenitarnar, flutti hann spáljóð sítt og mælti: «Óvikandi er bústaður tín og reiður títt bygt á kletti; 22men tó er Káini oyðing vís. Nær verður tað? Assur man føra teg hertiknan burtur!» 23Síðan flutti hann spáljóð sítt og mælti: «Vei, hvør verður á lívi, tá ið Guð letur hatta bera á? 24Skip koma vestan frá Kitta strond, tey kúga Assur, tey kúga Eber; men eisini hann má lúta!» 25Síðan reis Bileam og fór heim aftur til sín sjálvs. Og eisini Bálak fór leið sína.
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 24: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society