Bible App logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 26

26
Fólkið verður talt á øðrum sinni
1Eftir hesa pláguna segði Harrin við Móses og Eleazar, son Árons prests: 2«Takið manntal av øllum savnaði Ísraelsmanna frá tjúgu ára aldri og eldri, eftir ættum teirra, av øllum vígførum monnum í Ísrael.» 3Tá kannaðu Móses og Eleazar prestur teir á Móabs slætta við Jórdan áraka Jeriko, 4teir, sum vóru frá tjúgu ára aldri og eldri, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Og Ísraelsmenn, ið fóru úr Egyptalandi, vóru:
5Ruben, frumgitni sonur Ísraels; synir Rubens: Av Hánok er komin kyntáttur Hánokita; av Pallu kyntáttur Palluita; 6av Hezron kyntáttur Hezronita og av Karmi kyntáttur Karmita. 7Hesir vóru kyntættir Rubenita; tal teirra, ið kannaðir vórðu av teimum, kom upp í fjøruti og trý túsund og sjey hundrað og tríati. 8Sonur Pallu var Eliab; 9og synir Eliabs: Nemuel, Dátan og Ábiram; hetta var hin Dátan og hin Ábiram, fulltrúar savnaðarins, ið trættust við Móses og Áron saman við floksfeløgum Kóra, tá ið teir risu upp ímóti Harranum, 10og jørðin læt upp gap sítt og gloypti teimum saman við Kóra, tá ið floksfelagar hansara fórust, við at eldur oyddi tvey hundrað og fimmti mans, ið síðan vóru tekin til áminningar. 11Men synir Kóra fórust ikki.
12Hesir vóru synir Símeons eftir ættargreinum teirra: Av Nemuel er komin ættargrein Nemuelita; av Jámin ættargrein Jáminita; av Jákin ættargrein Jákinita; 13av Zera ættargrein Zeraita og av Sjául ættargrein Sjáulita. 14Hesar vóru ættargreinar Símeonita, tjúgu og tvey túsund og tvey hundrað.
15Synir Gáds eftir ættargreinum teirra: Av Zefon er komin ættargrein Zefonita; av Haggi ættargrein Haggita; av Sjúni ættargrein Sjúnita; 16av Ozni ættargrein Oznita; av Eri ættargrein Erita; 17av Árodi ættargrein Árodita og av Áreli ættargrein Árelita. 18Hesar vóru ættargreinar Gádssona, sum kannaðir vórðu, fjøruti túsund og fimm hundrað.
19Synir Júda vóru Er og Ónan; men Er og Ónan doyðu í Kánáanlandi. 20Og synir Júda eftir ættargreinum teirra: Av Sjela er komin ættargrein Sjelanita; av Perez ættargrein Perezita; av Zera ættargrein Zeraita; 21og synir Perezar: Av Hezron er komin ættargrein Hezronita og av Hámuli ættargrein Hámulita. 22Hesar vóru ættargreinar Júda, teir ið kannaðir vórðu av teimum, sjeyti og seks túsund og fimm hundrað.
23Synir Issakars eftir ættargreinum teirra: Av Tóla er komin ættargrein Tólaita; av Pua ættargrein Punita; 24av Jásjub ættargrein Jásjubita og av Sjimron ættargrein Sjimronita. 25Hesar vóru ættargreinar Issakars, teir ið kannaðir vórðu av teimum, seksti og fýra túsund og trý hundrað.
26Synir Zebulons eftir ættargreinum teirra: Av Sered er komin ættargrein Seredita; av Elon ættargrein Elonita og av Jáleel ættargrein Jáleelita. 27Hesar vóru ættargreinar Zebulonita, teirra, sum kannaðir vórðu, seksti túsund og fimm hundrað.
28Synir Jósefs eftir ættargreinum teirra: Manasse og Efraim. 29Synir Manasse: Av Mákir er komin ættargrein Mákirita. Og Mákir gat Gilead. Av Gilead er komin ættargrein Gileadita. 30Hesir vóru synir Gileads: Av sonum Ábiezers ættargrein Ábiezrita; av Helek ættargrein Helekita; 31av Asriel ættargrein Asrielita; av Sjekemi ættargrein Sjekemita; 32av Sjemida ættargrein Sjemidaita og av Hefer ættargrein Heferita. 33Men Zelofhad Hefersson átti ongar synir, einans døtur; og døtur Zelofhads itu: Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza. 34Hesar vóru ættargreinar Manasse; og teir, ið kannaðir vórðu av teimum, komu upp í fimmti og tvey túsund og sjey hundrað.
35Hesir vóru synir Efraims eftir ættargreinum teirra: Av Sjútela er komin ættargrein Sjútelaita; av Beker ættargrein Bekerita og av Táhan ættargrein Táhanita. 36Hesir vóru synir Sjútela: Av Eran er komin ættargrein Eranita. 37Hesar vóru ættargreinar Efraims sona, teirra, ið kannaðir vórðu, tríati og tvey túsund og fimm hundrað. Hesir vóru synir Jósefs eftir ættargreinum teirra.
38Synir Benjamins eftir ættargreinum teirra: Av Bela er komin ættargrein Belaita; av Asjbel ættargrein Asjbelita; av Áhiram ættargrein Áhiramita; 39av Sjufami ættargrein Sjufamita og av Hufami ættargrein Hufamita. 40Synir Bela: Ard og Náaman: Av Ard er komin ættargrein Ardita og av Náamani ættargrein Náamita. 41Hesir vóru synir Benjamins eftir ættargreinum teirra, sum kannaðir vórðu, fjøruti og fimm túsund og seks hundrað.
42Hesir vóru synir Dáns eftir ættargreinum teirra: Av Sjuhami er komin ættargrein Sjuhamita; hesar vóru ættargreinar Dáns eftir ættargreinum teirra. 43Allar ættargreinar Sjuhamita, teir, ið kannaðir vórðu, seksti og fýra túsund og fýra hundrað.
44Synir Ásjers eftir ættargreinum teirra: Av Jimna er komin ættargrein Jimnaita; av Jisjvi ættargrein Jisjvita og av Beria ættargrein Beriaita; 45av sonum Beria: Av Heberi ættargrein Hebrita og av Malkieli ættargrein Malkielita. 46Dóttir Ásjers æt Sera. 47Hesar vóru ættargreinar Ásjerssona, teir, ið kannaðir vórðu, fimmti og trý túsund og fýra hundrað.
48Synir Naftali eftir ættargreinum teirra: Av Jázeeli er komin ættargrein Jázeelita; av Guni ættargrein Gunita, 49av Jezeri ættargrein Jezerita og av Sjillemi ættargrein Sjillemita. 50Hesar vóru ættargreinar Naftali, teir, ið kannaðir vórðu av teimum, fjøruti og fimm túsund og fýra hundrað.
51Hesir vóru teir, ið kannaðir vórðu av Ísraelsmonnum, seks hundrað og eitt túsund og sjey hundrað og tríati.
52Og Harrin talaði við Móses og segði: 53«Millum hesar skal landið verða sundurskift til ognar eftir navnateljing. 54Fjølmentari ættargreinum skalt tú geva stóran arvalut, men fámentari lítlan; hvør ættargreinin skal fáa arvalut í lutfalli við taldu menn hennara. 55Men við lutkasti skal landið verða sundurskift, so at teir fáa arvalutir sínar eftir nøvnum ættargreina sína. 56Við lutkasti skal tað skiftast sundur, so at bæði fjølmentar og fámentar ættargreinar fáa sín lut.
57Hesir eru teir, ið kannaðir vórðu av Levitunum eftir ættargreinum teirra: Av Gersjoni er komin ættargrein Gersjonita; av Kehati er komin ættargrein Kehatita, og av Merari er komin ættargrein Merarita. 58Hesar vóru ættargreinar Levita: Ættargrein Libnita, ættargrein Hebronita, ættargrein Malita og ættargrein Musjita og ættargrein Kóraita. Kehat gat Amram. 59Kona Amrams æt Jókebed, dóttir Levi; hon føddist Levi í Egyptalandi. Við henni fekk Amram Áron og Móses og Mirjam, systur teirra. 60Ároni føddust Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar. 61Men Nádab og Ábihu doyðu ta ferðina, tá ið teir bóru fremmandan eld fram fyri Harran. 62Og teir av Levitunum, ið kannaðir vórðu, vóru tjúgu og trý túsund, alt kallkyn frá mánaðargomlum og haðan eldri. Teir vórðu ikki kannaðir saman við hinum Ísraelsmonnum, tí at teimum var ikki fingin nakar arvalutur millum Ísraelsmanna.
63Hesir eru teir, ið kannaðir vórðu av Mósesi og Eleazari presti, tá ið teir kannaðu Ísraelsmenn á Móabsslættanum við Jórdan áraka Jeriko. 64Og millum hesar var eingin, sum var kannaður av Mósesi og Ároni presti, ta ferðina tá ið teir kannaðu Ísraelsmenn í Sinai oyðimørk. 65Tí at Harrin hevði sagt teimum av sonnum, at teir skuldu doyggja í oyðimørkini; tí var eingin av teimum eftir uttan Káleb Jefunneson og Jósva Nunsson.

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 26: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Fjórða Mósebók 26