Bible App logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 19

19
Um reinsanarvatnið
1Harrin talaði við Móses og segði: 2«Hetta er skipan løgmálsins, ið Harrin hevur kunngjørt: Tú skalt siga við Ísraelsmenn, at teir skulu fáa tær reyða, lýtaleysa kvígu, sum einki brek hevur og ikki hevur verið undir oki; 3hana skulu tit fáa Eleazari presti; síðan skal hon verða leidd út um herbúðirnar og slátrað fyri eygum hans. 4Tínæst skal Eleazar prestur taka upp á fingurin av blóði hennara og støkkja tað sjey ferðir móti framsíðu samfundartjaldsins. 5Síðan skal kvígan verða brend fyri eygum hans, bæði húðin, kjøtið og blóðið av henni skal verða brent og somuleiðis gorið. 6Presturin skal so taka sedrisvið, ýsopvond og skarlak og kasta tað á bálið, sum kvígan brennur á. 7Tínæst skal presturin skola klæði síni og tváa likam sítt í vatni og má tá koma inn aftur í herbúðirnar; men hann skal vera óreinur til kvølds. 8Somuleiðis skal tann, sum brennir kvíguna, skola klæði síni og tváa likam sítt í vatni og vera óreinur til kvølds. 9Og maður, ið reinur er, skal taka upp øskuna av kvíguni og leggja hana á reinan stað fyri uttan herbúðirnar; har skal hon goymast savnaði Ísraelsmanna til reinsanarvatn. Hetta er syndaoffur. 10Men tann, sum tekur upp øskuna av kvíguni, skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds. Hetta skal vera ævig skipan bæði fyri Ísraelsmenn og útisetan, ið býr hjá teimum: 11Hvør, ið nertur við lík á nøkrum manni, skal vera óreinur í sjey dagar; 12hann skal reinsa seg frá synd við reinsanarvatninum á triðja degi og sjeynda degi og er tá reinur. Men reinsar hann seg ikki frá synd á triðja og sjeynda degi, er hann ikki reinur. 13Hvør, ið nertur við nakað lík av deyðum manni og ikki reinsar seg frá synd, tann maður ger tjaldtempul Harrans óreint og skal verða oyddur úr Ísrael; av tí at reinsanarvatn hevur ikki verið slett á hann, er hann óreinur, óreinleiki hansara loðar enn við hann.
14Hetta er lógin: Tá ið maður doyr í tjaldinum, verður hvør, sum gongur inn í tjaldið, og hvør, sum er í tjaldinum, óreinur í sjey dagar. 15Og hvørt opið ílát, sum ikki er bundið yvir, skal vera óreint. 16Hvør, ið nertur við einhvønn, ið liggur vigin á víðavangi, ella við lívlátnan, við mannabein ella við leiði, hann skal vera óreinur í sjey dagar. 17Til tess at reinsa hin óreina, skal verða tikin øska av tí brenda syndaofrinum og latin upp í ílátið saman við rennandi vatni. 18Síðan skal maður, sum er reinur, taka ýsopvond, drepa hana í vatn og sletta tað á tjaldið og á allar lutir og allar menn, sum har vóru inni, og somuleiðis á tann, ið nortið hevur við mannabein ella við lík av vignum manni ella lívlátnum ella við leiði. 19Soleiðis skal hin reini sletta á hin óreina triðja dagin og sjeynda dagin, og hann skal reinsa hann frá synd á sjeynda degi; síðan skal hann skola klæði síni og tváa sær í vatni, og er hann tá reinur um kvøldið. 20Men um einhvør er vorðin óreinur og reinsar seg ikki frá synd, tann maður skal verða oyddur úr savnaðinum, tí at hann hevur gjørt tjaldtempul Harrans óreint, reinsanarvatn hevur ikki verið slett á hann, og tí er hann óreinur. 21Hetta skal vera ævigt løgmál hjá tykkum. Tann, ið slettir reinsanarvatnið, skal tváa klæði síni; og tann, ið nertur við reinsanarvatnið, skal vera óreinur til kvølds. 22Alt, sum hin óreini nertur við, skal vera óreint, og nertur maður við hann, skal hann vera óreinur til kvølds.»

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 19: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Fjórða Mósebók 19