Bible App logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 18

18
Skyldur og rættindi presta og Levita
1Og Harrin segði við Áron: «Tú og synir tínir og alt ættarfólk títt skulu bera ábyrgdina fyri halgidóminum, og tú og synir tínir skulu bera ábyrgdina fyri prestaembæti tykkara. 2Men eisini brøður tínar, Levi ætt, ættargrein faðirs tíns, skalt tú hava við tær; teir skulu halda seg aftur at tær og dugna tær hond, tá ið tú og synir tínir gera tænastu við vitnisburðartjaldið. 3Og teir skulu dugna tær hond við tí, sum tú hevur at gera, og við øllum, sum er at gera í tjaldinum; tó mega teir ikki koma nær hinum heilagu amboðunum ella fram at altarinum, so at ikki bæði teir og tit týna lívið. 4Teir skulu vera tær við hond og hava umsjón við samfundartjaldinum og øllum, sum er at gera í tjaldinum; men eingin, ið ikki er av prestaætt, má nærkast tykkum. 5Men tit skulu hava umsjón við halgidóminum og altarinum, so at ikki vreiði kemur aftur yvir Ísraelsmenn. 6Eg havi sjálvur tikið brøður tykkara, Levitarnar, burtur úr Ísraelsmonnum sum gávu til tykkara; teir eru givnir Harranum til tess at gera tænastu við samfundartjaldið. 7Men tú og synir tínir skulu varða um prestaembæti tykkara og um alt, sum viðvíkur altarinum og er fyri innan fortjaldið, og gera tænastu har. Sum gávu gevi eg tykkum prestaembætið, men treingir nakar, ið ikki er av prestaætt, seg framat, skal hann týna lívið!»
8Og Harrin segði við Áron: «Sí, tað, sum tikið verður frá av avskurðarofrum mínum, gevi eg tær; allar halgigávur Ísraelsmanna lati eg lutast tær og sonum tínum sum ævig rættindi. 9Av øllum offurgávum teirra, undantikið tað, sum upp skal brennast, skal hetta hoyra tær til av tí háheilaga. Øll grónoffur, øll syndaoffur og øll sektaroffur, sum teir frambera mær í bót, sum háheilagt skal tað lutast tær og sonum tínum. 10Á háheilagum staði skalt tú eta tað, og alt kallkyn má eta av tí; tað skal vera tær heilagt. 11Framleiðis skulu lutast tær avskurðarofrini av øllum gávum frá Ísraelsmonnum, ið reiggjaðar verða; tað gevi eg tær og sonum og døtrum tínum sum ævig rættindi; hvør, sum reinur er í húsi tínum, má eta av tí. 12Alt tað besta av olju, aldinløgi og korni, frumgróðrinum, sum teir frambera Harranum, tað gevi eg tær. 13Frumgróðurin av øllum í landi tínum, sum teir ofra Harranum, skalt tú fáa; hvør, sum reinur er í húsi tínum, má eta av tí. 14Alt, sum bannført verður í Ísrael, skal hoyra tær til. 15Av øllum holdi, sum teir frambera Harranum, skal alt, sum opnar móðurlív, hvørt tað er maður ella djór, ognast tær; tó skalt tú lata loysa frumburðir manna og somuleiðis frumburðir av óreinum djórum. 16Viðvíkjandi loysnargjaldi teirra, tá skalt tú, eftir at teir eru mánaðargamlir, loysa teir eftir metan tíni við fimm siklum eftir halgidómsins sikli, sum er tjúgu gerur. 17Men frumburðir undan neytum, seyði og geitum skalt tú ikki loysa aftur; teir eru heilagir, blóð teirra skalt tú støkkja upp á altarið og brenna mørir teirra sum eldoffurs vælangandi royk til Harrans. 18Men kjøtið av teimum skalt tú hava; eins og reiggibringan og høgra tjógv skal tað lutast tær. 19Øll avskurðaroffur av halgigávum, ið Ísraelsmenn frambera Harranum, gevi eg tær og sonum tínum og døtrum tínum sum ævig rættindi; tað skal vera tær og eftirkomarum tínum ævigur saltsáttmáli fyri ásjón Harrans.»
20Harrin segði við Áron: «Tú skalt einki arva av landi teirra og ongan lut eiga teirra millum; eg eri sjálvur lutur og arvagrein tín millum Ísraelsmanna.
21Men sí, Levi sonum gevi eg alla tíggjund í Ísrael sum arvalut aftur fyri tænastu teirra, sum teir gera við samfundartjaldið. 22Ísraelsmenn mega ikki meira koma fram at samfundartjaldinum, so at teir ikki gera fyri lívi sínum. 23Einans Levitarnir mega gera tænastu við samfundartjaldið, og sjálvir skulu teir bøta fyri brot fólksins. Hetta skal vera tykkum ævig skipan ættarlið eftir ættarlið. Men arvalut mega teir ongan eiga millum Ísraelsmanna. 24Tí at tíggjundina, sum Ísraelsmenn veita Harranum sum avskurðaroffur, havi eg givið Levitunum til ognar; tessvegna havi eg sagt teimum, at teir ongan arvalut skulu eiga millum Ísraelsmanna.»
25Harrin talaði við Móses og segði: 26«Tala til Levitanna og sig við teir: Tá ið tit av Ísraelsmonnum taka við tíggjundini, ið eg havi givið tykkum sum tann arvalut, ið tit skulu hava av teimum, tá skulu tit av honum veita Harranum avskurðaroffur, tíggjund burtur av tíggjund. 27Hesin offuravskurður tykkara skal samsvara offuravskurðinum av korni av treskivøllinum og av ovurnøgdini úr vínfarginum. 28Soleiðis skulu eisini tit veita Harranum avskurðaroffur av allari tíggjund tykkara, sum tit fáa av Ísraelsmonnum; og av henni skulu tit geva Ároni presti avskurðaroffur Harrans. 29Av øllum gávum, sum tit taka við, skulu tit veita Harranum avskurðaroffur, av tí besta av tí, sum honum verður halgað. 30Og tú skalt siga við teir: Tá ið tit veita tað besta av tí, skal tað verða mett javnt við tað, sum treskivøllur og vínfarg geva av sær. 31Og tit mega eta tað, hvar tit vilja, tit og húski tykkara, tí at tað er løn tykkara aftur fyri tænastu tykkara í samfundartjaldinum. 32Tit munnu ikki leiða synd yvir tykkum, um tit einans vilja geva tað besta av tí; tá vanhalga tit ikki halgigávur Ísraelsmanna og skulu ikki týna lívið.»

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 18: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in