Fjórða Mósebók 20
20
Vatntrot í Meriba
1Og Ísraelsmenn, allur savnaðurin, komu í oyðimørkina Zin í fyrsta mánaðinum, og fólkið settist niður í Kádesj. Har doyði Mirjam, og har varð hon jarðað. 2Men savnaðurin hevði einki vatn; tá tóku teir seg saman ímóti Mósesi og Ároni, 3og fólkið trættist við Móses og segði: «Gævi vit høvdu doyð, ta ferðina tá ið brøður okkara doyðu fyri ásjón Harrans! 4Hví leiddu tit savnað Harrans út í hesa oyðimørk, so at bæði vit og fenaður okkara týna lívið? 5Hví mundu tit nakrantíð lata okkum fara út úr Egyptalandi og føra okkum út á henda ræðuliga stað, har hvørki korn ella fikur vaksa, hvørki vínviður ella granatepli, og har einki vatn er at drekka?» 6Men Móses og Áron gingu frá fólkinum at durum samfundartjaldsins og fullu fram á ásjón sína; tá birtist dýrd Harrans fyri teimum. 7Og Harrin talaði við Móses og segði: 8«Tak stavin og stevn tú og bróðir tín Áron savnaðinum saman og tala við klettin fyri eygsjón teirra; tá man hann geva vatn, og tú skalt leiða vatnið úr klettinum til teirra og geva bæði savnaðinum og fenaði teirra vatn at drekka.» 9Móses gjørdi nú, eins og hann hevði boðið, og tók stavin, sum lá frammi fyri Harranum. 10Tá stevndu Móses og Áron savnaðinum saman at klettinum, og hann segði við teir: «Hoyrið nú, tit tvørsintu! Munnu vit úr hesum kletti fáa vatn at streyma til tykkara?» 11Síðan hevði Móses upp hond sína og sló á klettin tvær ferðir við stavi sínum, og tá streymaði vatnið út í nøgdum, so at bæði savnaðurin og fenaður teirra fingu at drekka. 12Men Harrin segði við Móses og Áron: «Fyri at tit ikki trúðu mær, so at tit halgaðu meg fyri eygsjón Ísraelsmanna, tessvegna skulu tit ikki leiða henda savnað inn í tað land, sum eg havi givið teimum!» 13Hetta eru Meribavøtn, har Ísraelsmenn trættust við Harran, og har hann sýndi heilagleika sín á teimum.
Edómitar sýta Ísraelsmonnum ferð um land sítt
14Frá Kádesj sendi Móses ørindrekar á fund við kongin av Edóm við hesum boðum: «So sigur bróðir tín Ísrael: Tú veitst um allar tær treytir, ið okkum hava verið fyri, 15hvussu fedrar okkara fóru suður til Egyptalands, hvussu vit búðu har í langa tíð, og hvussu illa Egyptar fóru við okkum og fedrum okkara. 16Men tá rópaðu vit til Harrans, og hann hoyrdi bøn okkara og sendi okkum eingil, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi. Og sí, nú eru vit her í Kádesj, borgini tætt við landamark títt. 17Gev okkum nú loyvi at fara gjøgnum land títt; vit skulu hvørki fara gjøgnum bø ella víngarðar, heldur ikki drekka vatnið úr brunnunum; vit skulu ganga eftir kongsvegnum og hvørki víkja til høgru ella vinstru, fyrr enn vit eru komnir út úr landi tínum.» 18Men Edóm svaraði honum: «Tú mást ikki fara gjøgnum land mítt, annars fari eg móti tær við svørði!» 19Tá søgdu Ísraelsmenn við hann: «Eftir almannavegnum vilja vit fara, og um eg ella fenaður mín drekkur av vatni tínum, so vil eg gjalda tær fyri tað; tað kann einki saka, tá ið eg fari ígjøgnum til gongu.» 20Men hann segði: «Nei, tú sleppur ikki ígjøgnum!» Og Edóm fór ímóti honum við nógvum og alvápnaðum monnum. 21Tá ið Edóm soleiðis sýtti Ísrael ferð yvir um land sítt, helt Ísrael ferðini kring um hann.
Áron doyr
22Og Ísraelsmenn, allur savnaðurin, hildu nú út úr Kádesj og komu at fjallinum Hór. 23Tá talaði Harrin við Móses og Áron á Hórfjalli við landamark Edóms og segði: 24«Áron skal nú savnast til fedra sína; tí at ikki skal hann koma inn í tað land, sum eg havi givið Ísraelsmonnum, fyri at tit vóru ólýdnir móti boði mínum við Meribavøtn. 25Tak Áron og Eleazar, son hans, og leið teir niðan á fjallið Hór. 26Lat síðan Áron úr klæðum sínum og lat Eleazar, son hansara, í tey, men Áron skal savnast til fedra sína og doyggja har.» 27Móses gjørdi soleiðis, sum Harrin segði, og teir fóru niðan á Hórfjallið, meðan allur savnaðurin sá tað. 28Síðan læt Móses Áron úr øllum klæðum hans og læt Eleazar, son hansara, aftur í tey. Og Áron doyði har uppi á fjallinum. So fóru Móses og Eleazar oman aftur av fjallinum. 29Tá ið allur savnaðurin sá, at Áron var deyður, grótu allir Ísraelsmenn Áron í tríati dagar.
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 20: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society