Fjórða Mósebók 17
17
Blómandi stavur Árons
1Tá talaði Harrin við Móses og segði: 2«Sig við Ísraelsmenn, at ættarhøvdingarnir skulu fáa tær ein stav fyri hvørja ættargrein, í alt tólv stavir, og rita tú navn hvørs teirra í stav hans. 3Men navn Árons skalt tú rita í stav Levi, tí at hvør oddamaður fyri ættargreinum teirra skal hava sín stav. 4Og tú skalt leggja teir inn í samfundartjaldið fyri framman vitnisburðin, har sum eg komi á fund við teg. 5Tá skal stavurin hjá honum, sum eg velji út, bera leyv, soleiðis at eg við tað má stilla meylan Ísraelsmanna, sum meyla móti tykkum!» 6Móses bar nú hetta upp á mál við Ísraelsmenn, og allir høvdingar teirra fingu honum stav, hvør høvdingi ein stav eftir ættargreinum teirra, tólv stavir í alt, og millum teirra var stavur Árons. 7Og Móses legði stavirnar frammi fyri Harranum í vitnisburðartjaldinum.
8Men tá ið Móses dagin eftir kom inn í vitnisburðartjaldið, sí, tá var stavur Árons, stavur Levi ættar, grønkaður; hann bar leyv, og blómur vóru sprotnar, stadnar mandlur vuksu á honum. 9Móses tók tá stavirnar burtur frá ásjón Harrans og bar teir út til Ísraelsmanna; teir litu at teimum og tóku hvør sín stav. 10Men Harrin segði við Móses: «Legg stav Árons aftur fram fyri vitnisburðin og goym hann sum tekin fyri teir, ið ólýdnir eru, og ger soleiðis enda á meylan móti mær, so at teir ikki týna lívið!» 11Og Móses so gjørdi; eins og Harrin hevði boðið honum; soleiðis gjørdi hann.
12Men Ísraelsmenn søgdu við Móses: «Vit verða fyri ongum, vit farast, ja, vit farast allir samlir! 13Hvør tann, ið nærkast tjaldtempli Harrans má týna lívið! Skulum vær tá allir farast?»
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 17: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society