Fjórða Mósebók 14
14
Fólkið knarrar
1Tá tók allur savnaðurin undir at rópa, og tey grótu ta náttina. 2Og allir Ísraelsmenn meylaðu inn á Móses og Áron; og allur savnaðurin segði við teir: «Gævi vit vóru deyðir í Egyptalandi ella her í oyðimørkini! 3Hví skal Harrin føra okkum inn í hetta land, so at vit skulu falla fyri svørði, og konur og børn okkara verða herfongur? Man tað ikki vera best fyri okkum at snúgva aftur til Egyptalands?» 4Og teir søgdu hvør við annan: «Kjósum okkum oddamenn og snúgvum okkum aftur til Egyptalands.» 5Tá fullu Móses og Áron fram á ásjónir sínar fyri øllum teimum av savnaði Ísraelsmanna, sum har vóru samankomnir. 6Men Jósva Nunsson og Káleb Jefunneson, sum høvdu verið við at kanna landið, skræddu klæði síni 7og søgdu við allan savnað Ísraelsmanna: «Landið, sum vit fóru ígjøgnum til tess at kanna tað, er frálíkasta land! 8Um Harranum tykir tokka í okkum, man hann føra okkum inn í hetta land og geva okkum tað, hetta land, sum flýtur í mjólk og hunangi! 9Rísið einans ikki upp móti Harranum og óttist ikki fólkið í landinum, tí at tað skal verða føðsla hjá tykkum; vørn teirra er vikin frá teimum; men við okkum er Harrin; óttist ikki!» 10Allur savnaðurin ráddist longu um at grýta teir til bana; men dýrd Harrans birtist øllum Ísraelsmonnum við samfundartjaldið.
Vreiði Harrans; forbøn Mósesar
11Og Harrin segði við Móses: «Hvussu leingi vil hetta fólk vanvirða meg, og hvussu leingi vilja teir vantrúgva mær hóast øll tey tekin, sum eg havi gjørt teirra millum? 12Eg vil sláa teir við drepsótt og beina fyri teimum, men teg vil eg gera at tjóð, størri og máttmiklari enn hetta fólk!» 13Men Móses segði við Harran: «Egyptar hava hoyrt, at tú við mátti tínum hevur leitt hetta fólk burtur frá teimum, 14og somuleiðis hava allir íbúgvar í hesum landi frætt, at tú ert hjá hesum fólki, og at tú, Harri, birtist teimum sjónliga, við at skýggj títt stendur yvir teimum, og at tú gongur undan teimum í skýstólpa um dagin og í eldstólpa um náttina. 15Drepur tú nú hetta fólk, alt sum tað er, tá munnu tær tjóðir, sum hava hoyrt tíðindi um teg, fara at siga: 16Av tí at Harrin ikki var førur fyri at leiða hetta fólk inn í tað land, sum hann hevði svorið teimum, slátraði hann tað niður í oyðimørkini. 17Lat tí, Harri, nú mátt tín gerast kunnan, eins og tú heitti, tá ið tú segði: 18Harrin er tolinmóður og miskunnsamur og fyrigevur misgerðir og brot, men sigur tó ikki hin seka ósekan, hann letur misgerðir fedranna vitja aftur á børnini í triðja og fjórða lið. 19Fyrigev tí hesum fólki nú misgerð tess eftir tíni miklu miskunn, eins og tú hevur fyrigivið teimum alla leiðina úr Egyptalandi og higar.»
Revsanardómur: Oyðimarkartíðin longd
20Tá segði Harrin: «Eftir tínum orði vil eg fyrigeva. 21Men so vissuliga sum eg livi, og øll jørðin er full av dýrd Harrans: 22Allir teir menn, ið sæð hava dýrd mína og tey tekin, sum eg gjørdi í Egyptalandi og oyðimørkini og kortini hava freistað meg nú tíggju ferðir og ikki lýtt rødd míni, 23teir skulu á ongum sinni síggja tað land, sum eg tilsvór fedrum teirra; og eingin teirra, sum vanvirdi meg, skal síggja tað! 24Einans tænara mín Káleb vil eg leiða inn í tað landið, sum hann kom til, og lata tað ognast eftirkomarum hans, fyri at hann hevði annan anda og fylgdi mær trúliga. 25(Men Ámalekitar og Kánáanitar búgva á láglandinum). Snúgvið tí aftur og haldið ferðini gjøgnum oyðimørkina til Reyðahavs!» 26Harrin talaði framvegis við Móses og Áron og segði: 27«Hvussu leingi skal eg umbera henda ónda savnaðin, sum meylar ímóti mær? Eg havi hoyrt meylan Ísraelsmanna, hoyrt, hvussu teir meyla ímóti mær! 28Sig við teir: So satt sum eg livi – sigur Harrin: Eins og tit hava júkað inn í oyruni á mær, soleiðis vil eg eisini fara við tykkum! 29Her í oyðimørkini skulu tit deyðir lúta, allir tit, ið kannaðir vórðu, tað fulla talið av tykkum frá tjúgu ára aldri og haðan eldri, allir tit, sum meylaðu móti mær. 30Á ongum sinni skulu tit koma inn í tað landið, sum eg svór at geva tykkum til bústaðar, uttan Káleb Jefunneson og Jósva Nunsson! 31Men børn tykkara, sum tit hugsaðu mundu fara at verða herfongur, tey vil eg flyta og lata tey fáa tað landið, sum tit havnaðu. 32Men sjálvir skulu tit lúta deyðir í hesi oyðimørk; 33og børn tykkara skulu reika í fjøruti ár í oyðimørkini og bøta fyri trúloysi tykkara, til tit allir liggja deyðir í oyðimørkini. 34Eins og tit vóru fjøruti dagar um at kanna landið, soleiðis skulu tit í fjøruti ár bøta fyri misgerðir tykkara, eitt ár fyri hvønn dag, og fáa at royna mistokka mín! 35Eg, Harrin, havi sagt tað, og soleiðis skal eg vissuliga bera meg at móti øllum hesum vánda savnaði, sum hevur tyrpt seg saman móti mær. Í hesi oyðimørk skulu teir farast, her skulu teir týna lívið!»
36Og teir menn, sum Móses hevði sent at kanna landið, og sum komu aftur og fingu allan savnaðin til at meyla móti honum við at loypa landið út í ringt orð – 37teir menn, sum høvdu loypt landið út í ringt orð, fingu bráðan bana fyri ásjón Harrans. 38Einans Jósva Nunsson og Káleb Jefunneson livdu eftir av teimum monnum, sum høvdu verið við til at kanna landið.
Herferð móti Kánáanlandi miseydnast
39Tá ið Móses hevði borið hesi orð upp fyri øllum Ísraelsmonnum, syrgdi fólkið sáran, 40og snimma morgunin eftir fóru teir dygst niðan á fjallaásin og mæltu: «Sí, nú viljum vær fara niðan á tann stað, sum Harrin talaði um, tí at vær høvum syndað!» 41Men tá segði Móses: «Hví vilja tit bróta boð Harrans? Tað man ikki fara at eydnast væl. 42Farið ikki niðan hagar, tí at Harrin er ikki við tykkum; tit fáa ósigur av fíggindum tykkara! 43Har koma tit fram á Ámalekitar og Kánáanitar, og tit skulu falla fyri svørði; av tí at tit eru viknir frá Harranum, er Harrin ikki við tykkum!» 44Kortini fóru teir í dramblæti sínum dygst niðan á fjallaásin. Men hvørki sáttmálaørk Harrans ella Móses fór úr herbúðunum. 45Tá komu Ámalekitar og Kánáanitar, sum búðu har í fjallalandinum, oman; teir vunnu sigur á teimum og spjaddu teir sundur alla leið til Horma.
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 14: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society