Bible App logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 13

13
Njósnarar sendir til Kánáanlands
1Og Harrin talaði við Móses og segði: 2«Send menn avstað til at kanna Kánáanland, sum eg ætli at geva Ísraelsmonnum; ein mann av hvørji ætt skulu tit senda; og hvør teirra skal hava høvdingatign.» 3Tá sendi Móses teir úr Páran oyðimørk eftir boði Harrans; teir vóru allir menn, ið høvdu høvdingatign millum Ísraelsmanna. 4Og hesi vóru nøvn teirra: Av Rubens ætt: Sjammua Zakkursson. 5Av Símeons ætt: Sjáfat Hórison. 6Av Júda ætt: Káleb Jefunneson. 7Av Issakars ætt: Jigal Jósefsson. 8Av Efraims ætt: Hósjea Nunsson. 9Av Benjamins ætt: Palti Rafuson. 10Av Zebulons ætt: Gaddiel Sódison. 11Av Jósefs ætt: Av Manasse ætt: Gaddi Súsison. 12Av Dáns ætt: Ammiel Gemallison. 13Av Ásjers ætt: Setur Mikaelsson. 14Av Naftali ætt: Nábi Vofsison. 15Av Gáds ætt: Geuel Mákison. 16Hesi eru nøvn teirra manna, sum Móses sendi at kanna landið. Men Móses gav Hósjea Nunssyni navnið Jósva.
17Síðan sendi Móses teir at kanna Kánáanland og segði við teir: «Farið inn í suðurlandið og gangið upp á fjøllini 18og hyggið eftir, hvussu landið er, og um fólkið, sum í tí býr, er reystligt ella vesaligt, fáment ella fjølment, 19um landið, sum tað býr í, er gott ella ringt, og um borgirnar, sum teir búgva í, eru tjaldbygdir ella víggirdar borgir, 20um landið er gróðurmikið ella gaddur, og um trø finnast har ella ikki! Havið tit gott áræði og takið aftur við tykkum av ávøkstri landsins!» Hetta var um tað mundið, tá ið vínberini fara at stadnast.
21Síðan hildu teir avstað og kannaðu landið frá Zin oyðimørk og alt at Rehob, hagar sum leiðin liggur til Hámat. 22Teir fóru inn í suðurlandið og komu til Hebron; har búðu teir, Áhiman, Sjesjai og Talmai, Ánaks synir. Men Hebron var reist sjey ár undan Zóan í Egyptalandi. 23Og tá ið teir komu í Esjkoldalin, skóru teir haðan vínviðagrein við einum vínberjatyssi á, sum tveir mans máttu vera um at bera millum sín á stong; haðan tóku teir eisini granatepli og fikur. 24Hesin staður varð nevndur Esjkoldalurin vegna vínberjatyssis tess, sum Ísraelsmenn skóru av har.
25Eftir at teir í fjøruti dagar høvdu kannað landið, komu teir aftur; 26teir komu til Mósesar og Árons og allan savnað Ísraelsmanna í Páran oyðimørk, til Kádesj; og teir søgdu teimum og øllum savnaðinum frá ferðum sínum og sýndu teimum ávøkstur landsins. 27Og teir greiddu honum frá og søgdu: «Vit komu inn í landið, hagar sum tú sendi okkum; av sonnum tað flýtur í mjólk og hunangi, og hetta er ávøkstur tess. 28Men fólkið har í landinum eru reystmenni og borgirnar víggirdar og alstórar, ja, eisini Ánaks synir sóu vit har. 29Ámalekitar byggja suðurlandið, Hetitar, Jebusitar og Ámoritar byggja fjallalandið, men Kánáanitar búgva við sjógvin og fram við Jórdan.» 30Tá knarraði fólkið, men Káleb sissaði tað fyri Mósesi og segði: «Latum okkum fara hagar og leggja tað undir okkum, tí at vit munnu vera tess førir!» 31Men teir menn, sum høvdu verið har við honum, søgdu: «Tað er okkum ovboðið at fara móti hasi tjóð, tí at hon er sterkari enn vit.» 32Og landið, sum teir høvdu kannað, loyptu teir ringt orð á millum Ísraelsmanna og søgdu: «Landið, sum vit komu ígjøgnum til tess at kanna tað, er land, sum etur upp íbúgvar sínar; og allir menn, sum vit sóu har, vóru risavaksnir. 33Og har sóu vit risarnar, Ánaks synir av risaætt; bæði í eygum okkara og teirra vóru vit eins og ongsprettur móti teimum!»

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 13: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Fjórða Mósebók 13