Men so vissuliga sum eg livi, og øll jørðin er full av dýrd Harrans: Allir teir menn, ið sæð hava dýrd mína og tey tekin, sum eg gjørdi í Egyptalandi og oyðimørkini og kortini hava freistað meg nú tíggju ferðir og ikki lýtt rødd míni, teir skulu á ongum sinni síggja tað land, sum eg tilsvór fedrum teirra; og eingin teirra, sum vanvirdi meg, skal síggja tað!