1
Fjórða Mósebók 13:30
BÍBLIA
FB
Tá knarraði fólkið, men Káleb sissaði tað fyri Mósesi og segði: «Latum okkum fara hagar og leggja tað undir okkum, tí at vit munnu vera tess førir!»
Compare
Explore Fjórða Mósebók 13:30
2
Fjórða Mósebók 13:33
Og har sóu vit risarnar, Ánaks synir av risaætt; bæði í eygum okkara og teirra vóru vit eins og ongsprettur móti teimum!»
Explore Fjórða Mósebók 13:33
3
Fjórða Mósebók 13:31
Men teir menn, sum høvdu verið har við honum, søgdu: «Tað er okkum ovboðið at fara móti hasi tjóð, tí at hon er sterkari enn vit.»
Explore Fjórða Mósebók 13:31
4
Fjórða Mósebók 13:32
Og landið, sum teir høvdu kannað, loyptu teir ringt orð á millum Ísraelsmanna og søgdu: «Landið, sum vit komu ígjøgnum til tess at kanna tað, er land, sum etur upp íbúgvar sínar; og allir menn, sum vit sóu har, vóru risavaksnir.
Explore Fjórða Mósebók 13:32
5
Fjórða Mósebók 13:27
Og teir greiddu honum frá og søgdu: «Vit komu inn í landið, hagar sum tú sendi okkum; av sonnum tað flýtur í mjólk og hunangi, og hetta er ávøkstur tess.
Explore Fjórða Mósebók 13:27
6
Fjórða Mósebók 13:28
Men fólkið har í landinum eru reystmenni og borgirnar víggirdar og alstórar, ja, eisini Ánaks synir sóu vit har.
Explore Fjórða Mósebók 13:28
7
Fjórða Mósebók 13:29
Ámalekitar byggja suðurlandið, Hetitar, Jebusitar og Ámoritar byggja fjallalandið, men Kánáanitar búgva við sjógvin og fram við Jórdan.»
Explore Fjórða Mósebók 13:29
8
Fjórða Mósebók 13:26
teir komu til Mósesar og Árons og allan savnað Ísraelsmanna í Páran oyðimørk, til Kádesj; og teir søgdu teimum og øllum savnaðinum frá ferðum sínum og sýndu teimum ávøkstur landsins.
Explore Fjórða Mósebók 13:26