YouVersion Logo
Search Icon

Náhum 1

1
Yvirskrift
1Spádómsorð um Nineve. Bókin um tað, sum Náhum, Elkosjiti, skoðaði.
Vreiði hins alvalda
2Vandlátin Guð og hevnari er Harrin. Harrin er hevnari og fullur av vreiði. Harrin hevnir seg inn á sínar mótstøðumenn, og fíggindum sínum goymir hann vreiði. 3Harrin er tolinmóður, men mikil í mátti og letur ongan sekan sleppa undan; í stormi og ódn er hans ferð, og skýggini eru dustið undir fótum hans. 4Hann hóttir at havinum og turkar tað upp, og allar áir letur hann torna; Básjan og Karmel hjadna burtur, og allur gróður á Libanon følnar. 5Fyri honum skelva fjøllini, og heyggjarnir skakast; jørðin gongur kyk fyri ásjón hans, jarðarríkið og øll, sum har búgva. 6Hvør kann tola ilsku hans, og hvør fær staðist fyri hans brennandi bræði? Hans vreiði geisar eins og eldur, og hamrarnir rapla fyri honum. 7Harrin er góður, verja á trongdar degi; hann kennir tey, sum troysta á hann, 8og leiðir tey gjøgnum stríðar streymar; hann beinir fyri sínum mótstøðumonnum og rindar fíggindar sínar út í myrkrið. 9Hvørji eru tey ráð, tit leggja upp ímóti Harranum? Hann oyðir alt av; ikki skal trongd koma tvær ferðir. 10Tó at teir eru samanfløktir sum tornir og druknir av víni, skulu teir kortini verða uppbrendir eins og skróvturrur hálmur.
Fall Nineve og frelsa Júda
11Frá tær er komin ein, sum hevði ilt í huga móti Harranum og legði upp níðingsráð. 12So sigur Harrin: Tó at teir komu fjølmentir og ovurmangir, skulu teir kortini týnast og farast. Teg havi eg nívt, men geri tað ikki meira. 13Nú bróti eg av tær ok hans og kvetti tíni bond. 14Men um teg hevur Harrin skipað soleiðis fyri: Navn títt skal ikki meira minnast; úr gudahovum tínum eg oyði bæði skornar og stoyptar myndir og gevi tær grøv millum níðinga.

Currently Selected:

Náhum 1: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in