Mika 7
7
Spillan í fólkinum
1Vei mær! Hjá mær er tað eins og við eftirtíning av summaraldini og vínberjum: Ikki eitt vínber eftir til at eta, eingin árfika, sum eg hevði glett meg til; 2alt gudrøkið fólk er horvið úr landinum, eingir rættsintir menn eru eftir, allir teir tráa eftir blóði og royna við neti hvør eftir øðrum. 3Hendur teirra eru skjótar eftir tí illa, høvdingin krevur, og dómarin dømir fyri endurgjald; stórmennið talar bart út um tað, sum hann girnast, og soleiðis gera teir bogið tað, sum beint er. 4Hin besti teirra millum er sum tornur, hin mest reinmeinti sum tornagirðing. Men koma skal nú dagurin, ið varðmenn tínir boðaðu, tín revsunardagur; ráðaleysir skulu teir standa.
Vón er einans í Guði hjá Ísrael
5Trúgvið ikki longur vini, troystið ongum frænda, varða dyr muns tíns fyri henni, sum tú fevnir, 6tí at sonur vanvirðir faðir, dóttir rísur upp móti móður, sonarkona móti vermóður, og mansins egnu heimbýlismenn eru fíggindar hans. 7Men eg vil hyggja eftir Harranum, bíða eftir Guði frelsu mínar; Guð mín vil eg hoyra. 8Gleð teg, mín fíggindi, ikki um meg; tí at eri eg fallin, fari eg aftur á føtur; tó at eg siti í myrkri, lýsir Harrin fyri mær. 9Men nú má eg tola vreiði hans – tí at móti honum havi eg syndað – til hann flytur mál mítt og veitir mær rætt; hann man leiða meg út aftur í ljósið, og eg skal skoða hans frelsuverk; 10fíggindi mín skal tað síggja og hyljast í skomm, hann, sum segði við meg: «Hvar er nú Harrin, Guð tín?» Við gleði míni eygu skulu hann skoða, tá ið hann eins og trekkur á gøtuni verður niðurtraðkaður.
Fyrijáttan um endurreising og heimferð og um hevnd yvir heidningarnar
11Tann dag tínir borgargarðar aftur verða reistir, og landamark verður víðkað, 12tá koma tey til tín úr Assur og alt at Egyptalandi, úr Týrus og alt at ánni miklu, frá havi alt at havi, frá fjalli til fjals. 13Tá skal jørðin verða at oyði vegna illgerðir teirra, sum á henni búgva.
Bøn um frelsu
14Goym at tínum fólki við stavi tínum, tí fylgi, sum er títt og í skóginum einsamalt hølast, í miðjum aldingarði; lat tey aftur ganga á beiti í Básjan og Gilead eins og í fornum døgum. 15Lat okkum aftur undur síggja, eins og tá tú fórt úr Egyptalandi. 16Lat heidningarnar síggja tað og fáa skomm av síni styrki, leggja hondina á munnin og standa við deyvum oyrum. 17Lat teir sleikja dusmið eins og ormurin, eins og jarðarinnar skriðkykt. Lat teir koma piprandi út úr hellum sínum, líta ræddir til Harrans, Guðs várs, og óttast teg. 18Hvør gud er sum tú, ið tekur burtur misbrot og fyrigevur leivdunum av ognarfólki tínum teirra syndir, sum ikki heldur ævinliga fast við sína vreiði, men vil fegin vera miskunnsamur? 19Hann várkunnar okkum aftur, traðkar okkara misgerðir niður, ja, tú kastar okkara syndir niður í havsins djúp. 20Tú vilt eyðsýna Jákupi ta trúfesti og Ábrahami ta miskunn, sum tú við eiði heitti fedrum okkara í forðum.
Currently Selected:
Mika 7: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society