Náhum 2
2
Júda verður uggaður
1Sí, á fjøllunum føtur hans, ið boða gleði og frið! Halt tínar høgtíðir, Júda, evna tíni heiti! Tí at ikki skal hin níðingurin herja á teg meira; med alla er hann týndur.
Assur hóttaður
2Yvirgangsmaðurin kemur ímóti tær; statt nú á varðhaldi, njósna allar vegir, gyrð teg væl og savna alla tína styrki.
Uggan Júda
3Tí at Harrin reisir aftur tign Jákups eins og tign Ísraels, tí at av ránsmonnum vórðu teir rændir, og teirra gróðurkvistar týndir.
Hóttur móti Assur
4Reyðar skildir bera kappar hans, og hermenn hans eru klæddir í skarlak; av stálsettu vagnum hans tað glógvar sum eldur, tá ið teir toka fram, og spjót verða havd á lofti. 5Á gøtunum vagnarnir glymja og fara við rúkandi ferð um torgini; sum eldgos eru teir á at líta og fara sum snarljós aftur og fram. 6Hann kallar á kappar sínar; teir renna so, at teir snáva; teir halda á borgargarðin undir reistum skjaldartaki. 7Liðini móti ánni verða latin upp, og kongshøllin skelvur av grund. 8Drotningin og stoylur hennara verða drignar út, meðan tær syrgnar láta sum dúgvur og sláa seg fyri bringu. 9Nineve er sum tjørn, har vatnið rennur burtur. «Steðgið, steðgið!» verður rópað, men eingin snýr sær á. 10Rænið silvur, rænið gull, tí at her tróta ikki ognir; her er ørgrynna av alskyns dýrum gripum. 11Oyðing, oyði og aloyðing, nøtrandi hjørtu og skelvandi knø, skjálvti í øllum mjødnum, og øll andlit skifta lit! 12Hvar er nú hølið hjá ljónunum, ungljónanna helli, hagar ljónstíkin gekk við hvølpi sínum, og eingin tey stygdi? 13Til ljónshvølpar sínar og ljónstíkir skræddi ljónið sundur og rændi bráð. Tað fylti við ránsfongi helli síni og ból síni við ráni. 14Sí, eg ráðist á teg, sigur Harri herliðanna, bólstaður tín skal verða uppbrendur og svørðið skal týna tíni ungljón; eg oyði av jørðini rán títt, og rødd sendisveina tína skal ikki hoyrast meira.
Currently Selected:
Náhum 2: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society