YouVersion Logo
Search Icon

Mika 6

6
Sonn gudsdýrkan
1Hoyrið, hvat ið Harrin talar: Rís upp, flyt kærumál títt fyri fjøllunum; lat hæddirnar hoyra tína rødd! 2Hoyrið kærumál Harrans, tit fjøll, lýðið á, tit grundvøllir jarðar; tí at mál hevur Harrin at kæra við fólk sítt, hann setir at Ísrael: 3Fólk mítt, hvat havi eg gjørt tær, við hvørjum havi eg møtt teg? Vitna nú móti mær! 4Eg leiddi teg jú niðan úr Egyptalandi, frelsti teg út úr trælahúsinum og sendi Móses, Áron og Mirjam til at ganga undan tær. 5Fólk mítt, minst til, hvat ið Bálak, kongur av Móab, hevði í huga, og hvat ið Bileam Beorsson svaraði honum frá Sjittim til Gilgal, til tess at tú kanst tekkja frelsuverk Harrans. 6«Við hvørjum skal eg koma fram fyri Harran, níga fyri himinsins Guði? Eigi eg at koma við brenniofrum og veturgomlum kálvum? 7Man Harrin hava tokka í túsundtals veðrum og tíggju túsundtals oljuløkjum? Eigi eg at ofra frumgitna son mín fyri míni misbrot ella ávøkst móðurlívs míns sum syndaoffur fyri mítt lív?» 8Tær hevur Harrin kunngjørt, o maður, hvat ið gott er. Hvat krevur hann av tær annað enn at gera tað; sum rætt er, at stunda á kærleika og í lítillæti fylgja tínum Guði?
Dómsorð yvir syndir Jerúsalems
9Hoyr, Harrin kallar á borgina – at óttast navn títt veitir frama – hoyrið tit ættarkyn og samankomnu borgarmenn: 10Skal eg torga hinar falsfingnu ognir í húsi hins gudleysa og hitt ov lítla kornmát, ið ilt verður biðið yvir, 11og siga ósekan tann, ið hevur svikavágsteinar í pjøka sínum? 12Har hugsa ríkir bert um valdsgerð, fólkið fer við svikum, og lygitungu hava teir í munni. 13Tessvegna tók eg at sláa og oyða teg fyri tínar syndir. 14Tú skalt eta og ikki mettast, svongd tín ikki verða stillað, ikki skalt tú bjarga tí, sum tú krógvar tær burtur; og tað, sum tú bjargar tær, gevi eg svørðinum í vald; 15tú skalt sáa, men ikki heysta, troða oljuber, men onga salvu hava, vínber, men einki vín fáa at drekka. 16Tú fylgdi siðum Omri og øllum athavi Ákabs ættar; tit fóru fram eftir ráðagerðum teirra, so at eg gjørdi borgina at oyði og íbúgvar hennara at spotti; ja, háðan tjóðanna skulu tit bera.

Currently Selected:

Mika 6: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in