YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Matteus 14

14
Jóhannes doyparin tikin av lívi
1Um hetta mundið frætti Heródes fjórðingshøvdingin tíðindini um Jesus; 2og hann segði við sveinar sínar: «Hatta er Jóhannes doyparin; hann er risin upp frá deyðum, og tí virka krefturnar í honum.» 3Tí at Heródes hevði tikið Jóhannes og bundið hann og sett hann fastan í fangahús vegna Heródiasar, konu Filippusar, bróður hansara. 4Tí at Jóhannes segði við hann: «Tað er tær ikki loyvt at eiga hana.» 5Og hann hevði størsta hugin til at drepa hann; men hann óttaðist fyri fólki, tí at tey hildu hann fyri ein profet. 6Men tá ið Heródes helt føðingardag sín, dansaði dóttir Heródiasar fyri teimum, og Heródesi líktist væl á hana; 7og hann svór henni tí dýran eið, at hann vildi geva henni, hvat hon so hevði hugin á. 8Og eggjað av móður síni sigur hon: «Gev mær higar høvd Jóhannesar doyparans á einum fati.» 9Og kongurin varð illa við, men fyri eiða sína og gestanna skuld beyð hann, at tað skuldi verða fingið henni. 10Og hann sendi boð og læt hálshøgga Jóhannes í fangahúsinum. 11Og varð komið við høvdi hansara á einum fati, og tað varð fingið gentuni, og hon bar móður síni tað. 12Og lærusveinar hansara komu og tóku líkið og jarðaðu tað; og teir komu og søgdu Jesusi frá.
Jesus mettar 5000
13Men tá ið Jesus hoyrdi tað, fór hann við báti burtur haðani í ein oyðistað fyri seg sjálvan; men tá ið mannamúgvurnar fingu at vita av hesum, fóru tær aftan á hann til gongu úr bygdunum. 14Og tá ið hann steig upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, og hann grøddi tey av teimum, ið sjúk vóru. 15Men tá ið dagur var komin at kvøldi, komu lærusveinarnir til hansara og søgdu: «Staðurin er oyðin, og tað er longu væl fram; lat nú mannamúgvurnar fara, at tey kunnu koma til bygda og keypa sær mat.» 16Men Jesus segði við teir: «Teimum nýtist ikki at fara avstað. Gevið tit teimum at eta.» 17Men teir siga við hann: «Vit hava einki her uttan fimm breyð og tveir fiskar.» 18Men hann segði: «Fáið mær tað higar.» 19Og hann bað mannamúgvurnar seta seg niður í grasið, og hann tók tey fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini sundur og gav lærusveinunum tey, og lærusveinarnir góvu fólkunum tey. 20Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett, og teir fyltu upp í tólv fullar tægur av molum, ið vóru til avlops. 21Men tey, ið etið høvdu, vóru um fimm túsund menn, umframt konur og børn.
Jesus gongur eftir vatninum
22Og við tað sama noyddi hann lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað. 23Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har einsamallur í einingi. 24Men báturin var longu mitt úti á vatninum, og var illa staddur av aldunum, tí at teir høvdu andróður. 25Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. 26Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: «Hatta er eitt spøkilsi.» Og teir rópaðu av ræðslu. 27Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: «Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!» 28Men Pætur svaraði honum og segði: «Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.» 29Men hann segði: «Kom!» Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi. 30Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: «Harri, bjarga mær!» 31Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: «Fátrúni maður, hví ivaðist tú?» 32Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin. 33Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: «Sanniliga ert tú sonur Guðs!» 34Og tá ið teir høvdu róð yvirum, komu teir at landi í Genesaret.
Jesus grøðir mong
35Og av tí at fólk har á staðnum kendu hann, sendu tey boð allar staðir har um vegir, og tey førdu til hansara øll tey, ið høvdu ilt. 36Og tey bóðu hann um, at tey máttu nema eina við faldin á klæðum hansara; og øll tey, ið nomu við hann, vórðu frísk.

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in