YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Matteus 15

15
Reint og óreint
1Tá komu Farisearar og skriftlærdir úr Jerúsalem til Jesus og søgdu: 2«Hví bróta lærusveinar tínir gamlan fedranna sið? Tí at teir tváa sær ikki um hendurnar, tá ið teir fáa sær at eta.» 3Men hann svaraði og segði við teir: «Hví bróta eisini tit Guðs boð fyri siðir tykkara? 4Tí at Guð hevur boðið og sagt: «Æra faðir tín og móður tína» og «tann, ið biður ilt fyri faðir ella móður, honum er deyðin vísur.» 5Men tit siga: «Tann, ið sigur við faðir sín ella móður sína: «Hetta, sum tú kundi havt hjálp í av mær, skal vera ein tempulgáva,» honum nýtist ikki at æra faðir sín ella móður sína.» 6Og soleiðis hava tit avtikið Guðs lóg fyri siðir tykkara. 7Tykkara falsarar! Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tá ið hann segði: 8«Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær. 9Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.» 10Og hann kallaði mannamúgvurnar til sín og segði við tær: «Hoyrið og fatið! 11Ikki tað, ið fer inn í munnin, ger menniskjuna óreina; men tað, ið fer út úr munninum, tað ger menniskjuna óreina.» 12Tá komu lærusveinarnir til hansara og søgdu við hann: «Veitst tú, at Fariseararnir tóku sær ilt av tí, tá ið teir hoyrdu hesa talu?» 13Men hann svaraði og segði: «Ein og hvør vøkstur, sum himmalski faðir mín ikki hevur sett niður, skal verða slitin upp við rót. 14Leggið tit einki í teir! Blindir leiðvísarar eru teir fyri blindum; men tá ið blindur leiðir blindan, tá falla teir báðir í veitina.» 15Men Pætur tók til orða og segði: «Grein okkum hetta líknilsi!» 16Men hann segði: «Eru tit við so skilaleysir enn? 17Skilja tit ikki, at alt tað, ið fer inn í munnin, fer í magan og fer út har, sum tað eigur at fara? 18Men tað, ið fer út úr munninum, kemur frá hjartanum, og tað ger menniskjuna óreina. 19Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan. 20Hetta er tað, ið ger menniskjuna óreina; men at fáa sær at eta við ótváaðum hondum, tað ger ikki menniskjuna óreina.»
Hin kánaneiska konan
21Og Jesus fór burtur haðani og helt ferðini móti bygdaløgunum við Týrus og Sidon. 22Og sí, ein kánaneisk kona kom út um markaskjalini har og rópaði og segði: «Harri, Dávids sonur, miskunna mær! Dóttir mín er stødd í neyð av einum illum anda.» 23Men hann ønti henni ikki aftur. Og lærusveinar hansara komu og bóðu hann og søgdu: «Slepp tær frá henni, tí at hon gongur og rópar eftir okkum.» 24Men hann svaraði og segði: «Eg eri ikki sendur út uttan til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi.» 25Men hon kom og fell á knæ fyri honum og segði: «Harri, hjálp mær!» 26Men hann svaraði og segði: «Tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað.» 27Men hon segði: «Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó av molunum, sum detta niður av húsbóndans borði.» 28Tá svaraði Jesus og segði við hana: «Kona, stór er trúgv tín! Verði tær sum tú vilt!» Og dóttir hennara varð frísk frá teirri somu stund.
Mong verða grødd
29Og Jesus fór burtur haðani og kom at vatninum í Galileu; og hann gekk niðan á fjallið og settist har. 30Og stórar mannamúgvur komu til hansara og høvdu við sær lamin, blind, dumm, kryplar og mong onnur; og tey kastaðu tey niður fyri føtur hansara. Og hann grøddi tey; 31so at mannamúgvurnar undraðust, tá ið tey sóu, at tey dummu talaðu, kryplar vórðu heilskapaðir og lamin gingu og blind sóu. Og tey lovaðu Ísraels Guði.
4000 fáa mat
32Men Jesus kallaði lærusveinar sínar til sín og segði: «Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at longu í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. Og lata tey fara fastandi avstað frá mær, vil eg ikki, fyri at tey ikki skulu fáa maktarloysi á veginum.» 33Og lærusveinarnir siga við hann: «Hvaðani skulu vit her í oyðimørk fáa so mong breyð, at vit kunnu metta eina slíka mannamúgvu?» 34Og Jesus sigur við teir: «Hvussu mong breyð hava tit?» Men teir søgdu: «Sjey, og nakrar fáar smáfiskar.» 35Og hann beyð mannamúgvuni at seta seg niður á jørðina; 36og hann tók tey sjey breyðini og fiskarnar og takkaði og breyt tey sundur og fekk lærusveinunum, og lærusveinarnir góvu mannamúgvuni. 37Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett; og tað, ið varð til avlops av molum, hentaðu teir upp í sjey fullar tægur. 38Men tey, ið ótu, vóru fýra túsund menn, umframt konur og børn. 39Og hann læt mannamúgvurnar fara avstað, og fór tá inn í bátin og kom til bygdaløgini við Magadan.

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in