Evangeliið eftir Matteus 13
13
Líknilsið um sáðmannin
1Sama dagin fór Jesus frá húsum og setti seg niðri við vatnið. 2Og stórar mannamúgvur komu saman um hann, so at hann fór út í ein bát og settist har; og øll mannamúgvan stóð á strondini. 3Og hann talaði mangt til teirra í líknilsum og segði: «Sí, ein sáðmaður fór út at sáa. 4Og í tí hann sáaði, fell sumt fram við veginum, og fuglarnir komu og ótu tað upp. 5Og sumt fell í gaddajørð, har sum tað ikki hevði nógva mold; og tað nældi skjótt, av tí at har var ikki djúplent. 6Men tá ið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. 7Men sumt fell millum tornir, og tornirnir runnu upp og køvdu tað. 8Men sumt fell í góða jørð, og tað bar ávøkst, sumt hundraðfaldan, sumt sekstifaldan og sumt tríatifaldan. 9Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri.»
Hví Jesus talar í líknilsum
10Og lærusveinarnir komu til hansara og søgdu við hann: «Hví talar tú til teirra í líknilsum?» 11Men hann svaraði og segði: «Tykkum er tað givið at kenna loyndarmál himmiríkisins, men teimum er tað ikki givið. 12Tí at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, so at hann skal hava í yvirflóð; men hvør tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið sjálvt tað, ið hann hevur. 13Av teirri grund tali eg til teirra í líknilsum, tí at tey, tó at tey síggja, ikki síggja, og tó at tey hoyra, ikki hoyra, ei heldur fata. 14Og teimum viðvíkjandi verður tað sannað, ið Jesaja profeteraði, tá ið hann sigur: «Tit munnu hoyra og hoyra og ikki fata; og tit munnu síggja og síggja og ikki skilja. 15Tí at hjartað á hesum fólki er vorðið deyvt, og við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur, til tess at tey ikki mega síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum, og venda um, so at eg kundi fingið grøtt tey.» 16Men sæl eru eygu tykkara, tí at tey síggja, og oyru tykkara, tí at tey hoyra; 17tí at sanniliga sigi eg tykkum, at mangir profetar og rættvísir tráaðu eftir at síggja tað, ið tit síggja, og sóu tað ikki, og at hoyra tað, ið tit hoyra, og hoyrdu tað ikki.
Líknilsið um sáðmannin
18So lýðið nú tit á líknilsið um sáðmannin: 19Tá ið onkur hoyrir orðið um ríkið, og ikki fatar tað, tá kemur hin óndi og slítur tað burtur, ið var sáað í hjarta hansara. Hesin er tað, ið var sáað fram við veginum. 20Men tað, ið var sáað í gaddajørð, tað er tann, ið hoyrir orðið og tekur við tí við gleði við tað sama. 21Men hann hevur ikki rót í sær, og heldur bert á eina tíð; og kemur so trongd ella atsókn fyri orðsins skuld, tá tekur hann sær alt fyri eitt meinboga av tí. 22Og tað, ið var sáað millum tornir, tað er tann, ið hoyrir orðið, og verðsligar sorgir og ríkdómsins svikaráð køva orðið, og tað verður fruktaleyst. 23Og tað, ið var sáað í góða jørð, tað er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og so ber ávøkst og gevur av sær, ein hundraðfalt, annar sekstifalt og annar tríatifalt.»
Illgresið í hveitiakrinum
24Hann flutti fram eitt annað líknilsi fyri teir og segði: «Himmiríkið er líkt einum manni, ið sáaði gott sáð í veltu sína. 25Men meðan fólkini svóvu, kom óvinur hansara og sáaði illgresi upp í hveitina og fór so avstað. 26Men tá ið sáðið vaks upp, og akurin var aksaskotin, tá kom eisini illgresið til sjóndar. 27Og húskallar húsbóndans komu tá og søgdu við hann: «Harri, sáaði tú ikki gott sáð í veltu tína? Hvaðani hevur hon tá fingið illgresið?» 28Men hann segði við teir: «Hetta hevur ein illviljaður maður gjørt.» Men húskallarnir siga við hann: «Vilt tú tá, at vit skulu fara at lúka tað burtur?» 29Men hann segði: «Nei, fyri at tit, tá ið tit royta illgresið burtur, ikki skulu slíta hveitina upp við.» 30Latið bæði sløgini vaksa saman til heysta; og á heystadegi vil eg siga við akurskurðarmenninar: Hentið fyrst illgresið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men berið hveitina inn í løðu mína.»
Sinopskornið
31Eitt annað líknilsi setti hann fram fyri teir og segði: «Himmiríkið er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og sáaði í veltu sína. 32Tað er væl minni enn øll onnur frækorn; men tá ið tað veksur upp, verður tað størri enn urtirnar og verður eitt træ, so at himmalsins fuglar koma og byggja reiður í greinunum á tí.»
Súrdeiggið
33Eitt annað líknilsi talaði hann til teirra: «Himmiríkið er líkt einum súrdeiggi, sum ein kona tók og legði í trý mál av mjøli, inntil alt samalt var sýrað.»
Profetaorð um líknilsistalu
34Hetta alt talaði Jesus til mannamúgvurnar í líknilsum, og uttan líknilsi talaði hann einki til teirra, 35fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av profetinum, ið sigur: «Eg vil lata munn mín upp í líknilsum, eg vil orðleiða tað, ið fjalt hevur verið frá upphavi veraldarinnar.»
Illgresið í hveitiakrinum
36So fór hann frá mannamúgvunum og kom heim til húsa. Og lærusveinar hansara komu til hansara og søgdu: «Grein fyri okkum líknilsið um illgresið í kornveltuni.» 37Men hann svaraði og segði: «Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er menniskjusonurin; 38og veltan er heimurin; og hitt góða sáðið tað eru børn ríkisins, men illgresið, tað eru børn hins ónda; 39Og óvinurin, ið sáaði tað, er djevulin; men heystið er veraldar endi, og akurskurðarmenninir eru einglar. 40Sum nú illgresið verður hentað saman og brent í eldi, soleiðis skal eisini verða við veraldar enda. 41Menniskjusonurin skal senda út einglar sínar, og teir skulu henta saman úr ríki hansara alt, ið er til meinboga, og øll, ið gera órætt, 42og kasta tey í eldovnin; har skal verða grátur og tannagrísl. 43Tá skulu hini rættvísu skína eins og sólin í ríki faðirs teirra. Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri!
Dýrgripurin
44Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina.
Perlan
45Uppaftur er himmiríkið líkt einum keypmanni, ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. 46Og tá ið hann fann eina sera dýrabara perlu, fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hana.
Nótin
47Uppaftur er himmiríkið líkt eini nót, ið er sett í sjógvin og savnar saman fisk av øllum sløgum; 48tá ið hon so er full, draga teir hana á land og seta seg at henta teir góðu fiskarnar upp í ílát; men teir, ið ikki eru etandi, kasta teir út aftur. 49Soleiðis skal tað verða við veraldar enda. Einglarnir skulu fara út og skilja tey illu burtur úr teimum rættvísu, 50og teir skulu kasta tey í eldovnin; har verður grátur og tannagrísl. 51Fataðu tit hetta alt?» Teir siga við hann: «Ja.» 52Men hann segði við teir: «Tess vegna er ein og hvør skriftlærdur, sum er vorðin lærusveinur í himmiríki, líkur einum húsbónda, ið tekur fram úr goymslum sínum nýtt og gamalt.»
Jesus vrakaður í Nasaret
53Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesi líknilsi, tá fór hann avstað haðani. 54Og hann kom til heimbygd sína og lærdi tey í samkomuhúsi teirra, so at tey gjørdust stórliga bilsin og søgdu: «Hvaðani hevur hann slíkan vísdóm og slíkar kraftargerðir? 55Er hetta ikki sonur træsmiðarins? Eitur ikki móðir hansara Maria, og brøður hansara Jákup og Jósef og Símun og Judas? 56Og systrar hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum? Hvaðani hevur hann tá alt hetta?» 57Og tey tóku sær ilt av honum. Men Jesus segði við tey: «Ikki er ein profetur vanvirdur uttan í sínum egna heimlandi og í sínum egna húsi.» 58Og hann gjørdi ikki har mangar kraftargerðir vegna vantrúgv teirra.
Currently Selected:
Evangeliið eftir Matteus 13: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society