1
Evangeliið eftir Matteus 13:23
BÍBLIA
FB
Og tað, ið var sáað í góða jørð, tað er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og so ber ávøkst og gevur av sær, ein hundraðfalt, annar sekstifalt og annar tríatifalt.»
Compare
Explore Evangeliið eftir Matteus 13:23
2
Evangeliið eftir Matteus 13:22
Og tað, ið var sáað millum tornir, tað er tann, ið hoyrir orðið, og verðsligar sorgir og ríkdómsins svikaráð køva orðið, og tað verður fruktaleyst.
Explore Evangeliið eftir Matteus 13:22
3
Evangeliið eftir Matteus 13:19
Tá ið onkur hoyrir orðið um ríkið, og ikki fatar tað, tá kemur hin óndi og slítur tað burtur, ið var sáað í hjarta hansara. Hesin er tað, ið var sáað fram við veginum.
Explore Evangeliið eftir Matteus 13:19
4
Evangeliið eftir Matteus 13:20-21
Men tað, ið var sáað í gaddajørð, tað er tann, ið hoyrir orðið og tekur við tí við gleði við tað sama. Men hann hevur ikki rót í sær, og heldur bert á eina tíð; og kemur so trongd ella atsókn fyri orðsins skuld, tá tekur hann sær alt fyri eitt meinboga av tí.
Explore Evangeliið eftir Matteus 13:20-21
5
Evangeliið eftir Matteus 13:44
Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina.
Explore Evangeliið eftir Matteus 13:44
6
Evangeliið eftir Matteus 13:8
Men sumt fell í góða jørð, og tað bar ávøkst, sumt hundraðfaldan, sumt sekstifaldan og sumt tríatifaldan.
Explore Evangeliið eftir Matteus 13:8
7
Evangeliið eftir Matteus 13:30
Latið bæði sløgini vaksa saman til heysta; og á heystadegi vil eg siga við akurskurðarmenninar: Hentið fyrst illgresið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men berið hveitina inn í løðu mína.»
Explore Evangeliið eftir Matteus 13:30