YouVersion Logo
Search Icon

Málaki 3

3
Dómur Harrans í durunum
2,17 Tit møða Harran við orðum tykkara, og so spyrja tit: Hvørjum møða vit hann við? Við tí at tit siga: Allir, ið ilt gera, eru góðir í eygum Harrans, og í teimum hevur hann tokka; ella: Hvar er Guð, ið dømir? 1Sí, eg sendi ørindreka mín; hann skal greiða vegin undan mær; og brádliga kemur hann í tempul sítt, Harrin, ið tit søkja, og boðberi sáttmálans, ið tit stunda eftir; sí, hann kemur, sigur Harri herliðanna. 2Men hvør kann halda við tann dagin, tá ið hann kemur? Og hvør kann standast, tá ið hann birtist? Tí at hann er eins og eldur málmbræðarans, eins og lútur tváarans. 3Og hann man sita og bræða og reinsa silvurið; og hann man reinsa synir Levi og gera teir skírar eins og gull og silvur, so at teir bera Harranum offurgávur í rættlæti, 4so at offurgáva Júda og Jerúsalems má tóknast Harranum eins og í gomlum døgum og í farnum árum. 5Og eg man nærkast tykkum til dóms og brádliga verða vitni móti gandakøllum og hjúnabandsslítarum, móti teimum, ið gera rangan eið, og móti teimum, ið skerja løn bønarmansins og kúga einkjur og faðirleys og reingja rættin hjá teimum fremmandu, men ikki óttast meg, sigur Harri herliðanna.
Offursvik átalað
6Tí at eg, Harrin, eri ikki broyttur, men tit hava ikki lætt av at vera børn Jákups. 7Síðan á døgum fedra tykkara eru tit fráviknir og hava ikki hildið boðorð míni. Snúgvið tykkum aftur til mín, so skal eg snúgva mær aftur til tykkara, sigur Harri herliðanna. Og tit spyrja: Hvussu eiga vit at snúgva okkum aftur? 8Eigur maður at teipa Guð? Av sonnum tit teipa meg! og so spyrja tit: Við hvørjum hava vit teipað teg? Við tíggjundini og offuravskurðinum. 9Mikil bølbiðing er komin yvir tykkum, og tó teipa tit meg – ja, soleiðis ger alt fólkið. 10Berið alla tíggjundina í goymsluhúsið, so at føðsla verður í húsi mínum, og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkliga helli út signing yvir tykkum. 11Og eg vil kísta tykkum átvargin burtur, so at hann ikki oyðir tykkum ávøkst jarðarinnar og spillir ikki gróður víntræsins, sigur Harri herliðanna. 12Tá munnu allar tjóðir telja tykkum sæl, av tí at tit hava yndisligt land, sigur Harri herliðanna.
Dómurin skilir gudleysar frá gudrøknum
13Tit geva mær hørð ummæli, sigur Harrin, og tit spyrja: Hvat hava vit tá sagt okkara millum um teg? 14Tit siga: At tæna Guði er tómleiki; hvønn ávinning fingu vit, tá ið vit varðveittu boðorð hans og gingu í sorgarbúna fyri ásjón Harra herliðanna? 15Tí telja vit nú sælar hinar vándu, teir, ið fremja gudloysi og kortini trívast væl; teir freista Guð og sleppa órevsaðir. 16Slíkt mæltu teir, ið óttast Harran, fyri munni sín ámillum; og Harrin gav gætur og lýddi á; og bók varð ritað frammi fyri ásjón hansara til minnis um teir, ið óttast Harran og hávirða navn hansara. 17Á tí degi, tá ið eg taki mær um reiggj, sigur Harri herliðanna, verða teir ogn mín, og eg várkunni teimum, eins og maður várkunnar syni sínum, ið honum tænir. 18Tá munnu tit aftur síggja mun á rættvísum og órættvísum, á honum, ið tænir Guði, og honum, ið ikki tænir Guði.

Currently Selected:

Málaki 3: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Málaki 3