Á tí degi, tá ið eg taki mær um reiggj, sigur Harri herliðanna, verða teir ogn mín, og eg várkunni teimum, eins og maður várkunnar syni sínum, ið honum tænir. Tá munnu tit aftur síggja mun á rættvísum og órættvísum, á honum, ið tænir Guði, og honum, ið ikki tænir Guði.