YouVersion Logo
Search Icon

Málaki 2

2
Revsing prestanna
1Men nú fáa tit prestar hesa ávaring: 2Um tit ikki eru lýdnir, og um tit ikki minnast til at dýrmeta navn mítt, sigur Harri herliðanna, tá sendi eg bølbiðingina yvir tykkum og geri signing tykkara til bølbiðingar, ja, eg snúgvi henni í bølbiðing, av tí at tit ikki løgdu tykkum tað í geyma. 3Sí, eg kvetti armin av tykkum og tveiti trekk upp í andlit tykkara, ja, trekkin frá hátíðum tykkara; og sjálvir skulu tit verða tveittir í hann. 4Tá munnu tit viðurkenna, at eg havi sent tykkum hesa viðvaring, til tess at sáttmáli mín við Levi má standa við, sigur Harri herliðanna. 5Sáttmáli mín við hann var, at eg skuldi veita honum lív og sælu, meðan hann skuldi óttast meg og níga fyri navni mínum. 6Sonn leiðbeining var í munni hans, og ranglæti var ikki funnið á vørrum hans; í friði og rættlæti fylgdi hann mær, og mong aftraði hann frá misgerðum. 7Varrar prestsins varðveita fróðskap, og leiðbeining søkja menn av munni hans; tí at ørindreki Harra herliðanna er hann. 8Men tit eru farnir av leið og hava fingið mong at snáva við leiðbeining tykkara; sáttmála mín við Levi hava tit spilt, sigur Harri herliðanna. 9Tessvegna havi eg latið tykkum vera vanvirdar og lítlar í metum hjá allari tjóðini, av tí at tit ikki fylgdu vegi mínum og gera mannamun við leiðbeiningini.
Móti fremmandari giftu. Móti hjúnaskilnaði
10Hava vit ikki allir ein faðir? Hevur ikki sami Guð skapað okkum? Hví eru vit tá trúleysir hvør móti øðrum, so at vit vanvirða sáttmála fedra vára? 11Júda er trúleysur; andstygdir verða framdar í Ísrael, ja, í Jerúsalem; tí at Júda hevur vanhalgað halgidóm Harrans, sum hann elskar, og hevur fingið sær dóttur at útlendskum gudi til konu. 12Harrin lati hann, ið tílíkt ger, ongan hava til at vaka og verja í tjaldbúðum Jákups og til at bera Harra herliðanna offurgávu. 13Og tínæst gera tit hetta við: Tit hylja altar Harrans við tárum, gráti og stynjan; men hann lítur ikki at offurgávum tykkara og tekur ikki í vælvild við gávum av hondum tykkara. 14Og tit spyrja: «Hví?» Av tí at Harrin var vitni við hjúnasáttmálan millum tín og ungdómskonu tínar, sum tú nú hevur slitið trúskap við, tó at hon er av tjóð tíni og sáttmálavív títt. 15Hevur ikki hin eini Guð skapað tykkum hold og sál sum eitt? Og hvat krevur ein av Guði annað enn avkom? Varðið tykkum tí um lív tykkara, og slítið ikki trúskap við ungdómsvív tykkara. 16Tí at eg hati hjúnaskilnað, sigur Harrin, Ísraels Guð, og tann, ið hylur klæði síni við illskapi, sigur Harri herliðanna. Varðið tykkum tí um lív tykkara og verið ikki trúleysir.

Currently Selected:

Málaki 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy