Jósvabók 20
20
Griðstaðir
1Tá talaði Harrin við Jósva og mælti: 2«Tala við Ísraelsmenn og sig: Veljið tykkum nú griðstaðir, eins og eg beyð tykkum við Mósesi, 3til tess at tann, sum av óvart og móti ætlan síni verður manni at bana, hagar kann firra lívi sínum undan blóðhevnaranum. 4Tá ið hann flýggjar í einhvørja av hesum borgum og tekur støðu í borgarliðinum og greinir teimum elstu í teirri borg frá máli sínum, tá skulu teir taka hann inn í borgina til sín og geva honum bústað hjá sær. 5Og tá ið blóðhevnarin kemur eftir honum, skulu tit ikki geva drápsmannin upp í hendur hansara, so satt sum hann drap næsta sín av óvart og ongan meinhuga bar honum frammanundan. 6Hann skal verða búgvandi í teirri borg, til hann hevur verið fyri dómi savnaðarins, og til tann maður er deyður, sum um tað mundið er høvuðsprestur. Síðan má drápsmaðurin fara heim aftur í ta borg, sum hann var flýddur frá.» 7Tá halgaðu teir Kedesj í Galileu á Naftali fjøllum og Sikem á Efraims fjøllum og Kirjat-Arba, tað er Hebron, á Júda fjøllum. 8Og fyri eystan Jórdan góvu teir Bezer í oyðimørkini, á slættanum, av ætt Rubens; og Rámot í Gilead av ætt Gáds og Gólan í Básjan av ætt Manasse. 9Hesar vóru tær borgir, sum allir Ísraelsmenn og allir fremmandir, ið búðu teirra millum, fingu tilskilaðar, til tess at hagar mátti flýggja hvør tann, sum av óvart hevði verið manni at bana, og ikki verða dripin av blóðhevnaranum, fyrr enn hann hevði verið fyri dómi savnaðarins.
Currently Selected:
Jósvabók 20: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society