Jósvabók 19
19
Land hinna seks ættargreinanna: Símeons
1Annað lutkastið rakti Símeon, ætt Símeons sona eftir kyntáttum teirra, og fingu teir arvalut sín uppi í miðjum arvaluti Júdasona. 2Teirra arvalutur var: Beersjeba, Sjema, Mólada, 3Házar-Sjúal, Bála, Ezem, 4Eltolad, Betul, Horma, 5Ziklag, Bet-Markabot, Házar-Súsa, 6Bet-Lebaot, Sjáruhen, trettan borgir og torpar teirra; 7En-Rimmon, Tóken, Eter, Ásjan, tilsamans fýra borgir og torpar teirra; 8og somuleiðis allir torpar, ið lógu kring um hesar borgir, alt at Báalat-Beer, Ráma suðurlandsins. Hetta var arvaluturin hjá ætt Símeons sona eftir kyntáttum teirra. 9Símeons synir fingu sín lut burtur av arvaluti Júdasona, av tí at arvalutur Júdasona var ov stórur fyri teir; tí var lutur Símeons sona uppi í arvaluti Júdasona.
Land Zebulons
10Triðja lutkastið rakti Zebulons synir eftir kyntáttum teirra; og landamark arvaluts teirra gekk alt at Sárid. 11Markið gekk vestureftir niðan móti Márala tætt fram við Dábesjet at ánni, sum rennur fyri eystan Jokneam; 12og frá Sárid eystureftir móti sólarrisi at landamarki Kislot-Tábors; haðan til Dobrat og niðan til Jáfia. 13Haðan gekk tað eystureftir móti sólarrisi yvir at Gitta-Hefer og til Et-Kázin og haðan til Rimmona og alla leið til Nea. 14Haðan gekk tað norðureftir og endaði í dalinum við Jifta-El. 15Saman við Kátat, Náhalal, Sjimron, Jideala og Betlehem vóru tað tólv borgir við torpum. 16Hesar borgir við torpum vóru arvalutir Zebulons sona eftir kyntáttum teirra.
Land Issakars
17Fjórða lutkastið rakti Issakar, Issakars synir eftir kyntáttum teirra. 18Og landslutur teirra varð Jizreel, Kesulot, Sjúnem, 19Háfaráim, Sjion, Ánahárat, 20Rabbit, Kisjon, Ebez, 21Remet, En-Gannim, En-Hadda, Bet-Pazzez. 22Og landamarkið bar við Tábor, Sjáhazim og Bet-Sjemesj og endaði úti við Jórdan; tilsamans sekstan borgir og torpar teirra. 23Hetta var tann arvalutur, ið ognaðist ætt Issakars sona eftir kyntáttum teirra, borgir og torpar.
Land Ásjers
24Fimta lutkastið rakti ætt Ásjers sona eftir kyntáttum teirra; 25og varð landamark teirra Helkat, Háli, Beten, Aksjaf, 26Álammelek, Ámead, Misjal; og framleiðis bar landamarkið við Karmel, Jáma og Sjihor-Libnat. 27Haðan gekk tað eystureftir til Bet-Dágon og bar við Zebulon og dalin við Jifta-El norðantil og gekk síðan til Bet-Emek, Neiel og norður at Kábul, 28Abdon, Rehob, Hammon, Kána alt at Zidon, borgini miklu. 29Haðan gekk landamarkið yvir at Ráma og hini víggirdu borg Týrus, síðan til Hósa og endaði úti við havið; framleiðis Máhalab, Akzib, 30Akko, Áfek, Rehob; tilsamans tjúgu og tvær borgir umframt torpar. 31Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Ásjers sona eftir kyntáttum teirra.
Land Naftali
32Sætta lutkastið rakti Naftali synir, Naftali synir eftir kyntáttum teirra. 33Teirra landamark gekk frá Helef, frá eikini við Záanannim og Ádami-Nekeb og Jabneel alt at Lakkum og endaði úti við Jórdan. 34Haðan gekk markið vestureftir til Aznot-Tábor og haðan til Hukkok og tætt fram við Zebulon sunnantil, Ásjer vestantil og Jórdan eystantil. 35Av víggirdum borgum vóru: Ziddim, Zer, Hammat, Rakkat, Kinneret, 36Ádama, Ráma, Házor, 37Kedesj, Edrei, En-Házor, 38Jireon, Migdal-El, Hórem, Bet-Ánat og Bet-Sjemesj, tilsamans nítjan borgir og torpar afturat. 39Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Naftali sona eftir kyntáttum teirra.
Land Dáns
40Sjeynda lutkastið rakti ætt Dáns sona eftir kyntáttum teirra. 41Og landamark arvaluta teirra vóru: Zórea, Esjtaol, Ir-Sjemesj, 42Sjáalabbin, Ajjalon, Jitla, 43Elon, Timna, Ekron, 44Elteka, Gibbeton, Báalat, 45Jehud, Bene-Berak, Gát-Rimmon, 46Me-Jarkon og Rakkon við landaøkinum yvir móti Jáfo. 47Men land Dáns sona varð teimum ov trongt; teir fóru tí niðan og herjaðu á borgina Lesjem, hertóku hana og vógu hana við svørði; teir ognaðu sær hana og búsettust har og nevndu hana Dán eftir Dán, ættarfaðir sínum. 48Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Dáns sona eftir kyntáttum teirra.
Lutur Jósva
49Tá ið teir høvdu skift landið sundur at ytstu landamarkum, góvu Ísraelsmenn Jósva Nunssyni arvalut sín ámillum. 50Eftir boði Harrans góvu teir honum ta borg, sum hann sjálvur kjósaði sær, Timnat-Sera á Efraims fjøllum. Og hann víggirdi hana og setti búgv har. 51Hetta vóru teir arvalutir, sum Eleazar prestur og Jósva Nunsson og ættarhøvdingar Ísraels sona skiftu sundur við lutkasti í Silo fyri ásjón Harrans við dyr samfundartjaldsins. Soleiðis luku teir at skifta landið sundur.
Currently Selected:
Jósvabók 19: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society