Bible App logo
Search Icon

Jósvabók 21

21
Levitaborgirnar
1Tá gingu ættarhøvdingar Levita inn fyri Eleazar prest og Jósva Nunsson og ættarhøvdingar Ísraelsmanna 2og talaðu soleiðis til teirra í Silo í Kánáanlandi: «Harrin beyð við Mósesi at geva okkum borgir at búgva í og hjá teimum beitilendi fyri fenað okkara.» 3Tá góvu Ísraelsmenn eftir boði Harrans Levitum hesar borgir við beitilendum burtur av arvalutum sínum. 4Lutkastið rakti nú fyrst kyntættir Kehatita, soleiðis at av Levitunum fingu synir Árons prests við lutkasti trettan borgir burtur av ætt Júda og ætt Símeons og ætt Benjamins; 5men hinir synir Kehats fingu við lutkasti eftir kyntáttum sínum tíggju borgir burtur av ætt Efraims og ætt Dáns og hálvari ætt Manasse. 6Synir Gersjons fingu við lutkasti eftir kyntáttum sínum trettan borgir burtur av ætt Issakars og ætt Ásjers og ætt Naftali og burtur av hálvari ætt Manasse í Básjan. 7Og Merari synir fingu eftir kyntáttum sínum tólv borgir burtur av ætt Rubens og ætt Gáds og ætt Zebulons. 8Og Ísraelsmenn góvu við lutkasti Levitum hesar borgir við beitilendum, eins og Harrin hevði boðið við Mósesi. 9Av Júda ætt og Símeons ætt góvu teir hesar borgir, ið her verða nevndar: 10Eftirkomarum Árons av kyntátti Kehats av Levi ætt, ið fingu fyrsta lutin, 11lutaðist Kirjat-Arba – tað er borgin hjá Arba, ættfaðir Ánaks, ið nú eitur Hebron – í Júdafjøllum við beitilendum. 12Men akurland borgarinnar og tilliggjandi torpar góvu teir Kálebi Jefunnesyni til ognar. 13Sonum Árons prests góvu teir Hebron, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum og Libna við beitilendum. 14Jattir við beitilendum og Esjtemoa við beitilendum. 15Hólon við beitilendum og Debir við beitilendum, 16Ásjan við beitilendum, Jutta við beitilendum og Bet-Sjemesj við beitilendum, tilsamans níggju borgir burtur av hesum báðum ættunum. 17Og burtur av ætt Benjamins: Gibeon við beitilendum, Geba við beitilendum, 18Ánatot við beitilendum, Álemet við beitilendum; tilsamans fýra borgir. 19Soleiðis fingu synir Árons, prestarnir, tilsamans trettan borgir við tilliggjandi beitilendum. 20Hinir Levitarnir av Kehats ætt fingu við lutkasti borgir burtur av Efraims ætt. 21Teimum ognaðist Sikem, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum í Efraims fjøllum og Gezer við beitilendum. 22Kibzáim við beitilendum, Bet-Hóron við beitilendum; tilsamans fýra borgir. 23Og burtur av Dáns ætt: Elteke við beitilendum, Gibbeton við beitilendum, 24Ajjalon við beitilendum, Gát-Rimmon við beitilendum, tilsamans fýra borgir; 25og burtur av hálvu ætt Manasse: Táanak við beitilendum, Jibleam við beitilendum, tilsamans tvær borgir. 26Hinir av Kehars ætt fingu eftir kyntáttum sínum tilsamans tíggju borgir. 27Synir Gersjons av Levi ætt fingu burtur av hálvu ætt Manasse Gólan í Básjan, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum og Asjtarot við beitilendum, tilsamans tvær borgir; 28og burtur av ætt Issakars: Kisjon við beitilendum, Dáberat við beitilendum, 29Jarmut við beitilendum, En-Gannim við beitilendum, tilsamans fýra borgir; 30og burtur av ætt Ásjers: Misjeal við beitilendum, Abdon við beitilendum, 31Helkat við beitilendum, Rehob við beitilendum, tilsamans fýra borgir; 32og burtur av ætt Naftali: Kedesj í Galileu, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum, Hammot-Dór við beitilendum, Kartan við beitilendum, tilsamans tríggjar borgir. 33Soleiðis fingu Gersjonitar eftir kyntáttum sínum tilsamans trettan borgir við beitilendum. 34Kyntættir Merarisona, teir ið enn vóru eftir av Levitunum, fingu burtur av ætt Zebulons: Jokneam við beitilendum, Karta við beitilendum, 35Rimmona við beitilendum, Náhálal við beitilendum, tilsamans fýra borgir; 36og hinumegin Jórdan áraka Jeriko burtur av ætt Rubens: Bezer í oyðimørkini, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum, Jáza við beitilendum, 37Kedemot við beitilendum, Mefáat við beitilendum, tilsamans fýra borgir; 38og burtur av Gáds ætt: Rámot í Gilead, griðstaður fyri vígsekar, við beitilendum, Máhanáim við beitilendum, 39Hesjbon við beitilendum, Jázer við beitilendum, tilsamans fýra borgir. 40Borgirnar, ið soleiðis lutaðust hinum kyntáttum Levi, Meraritunum eftir kyntáttum teirra, vóru tilsamans tólv. 41Allar borgirnar, sum Levitarnir fingu í ognarlandi Ísraelsmanna, vóru tilsamans fjøruti og átta við tilliggjandi beitilendum. 42Allar hesar borgir stóðu hvør fyri seg, og allar høvdu tær hvør síni beitilendi kring um seg. 43Soleiðis gav Harrin Ísrael alt tað landið, sum hann hevði svorið at geva fedrum teirra; og teir tóku tað til ognar og búsettust í tí. 44Og Harrin læt teir búgva í friði, beint so sum hann hevði svorið fedrum teirra; eingin av øllum fíggindum teirra kundi standast móti teimum; allar fíggindar teirra gav Harrin upp í hendur teirra. 45Einki av øllum teim góðu orðum, ið Harrin hevði givið húsi Ísraels, svitaðist; øll gingu út.

Currently Selected:

Jósvabók 21: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in