Jósvabók 18
18
Halgidómurin í Silo
1Tá savnaðist allur savnaður Ísraelsmanna í Silo; og settu teir har samfundartjaldið upp; tá lá alt landið undirokað fyri teimum.
Óskift land
2Men av Ísraelsmonnum vóru enn sjey ættir eftir, sum ikki høvdu fingið sín arvalut. 3Tá mælti Jósva við Ísraelsmenn: «Hvussu leingi ætla tit at letast og drála við at fara og taka í arv tað land, sum Harrin, Guð fedra tykkara, hevur givið tykkum? 4Latið tríggjar mans fyri hvørja ætt koma higar, sum eg vil senda avstað; teir skulu búgva seg til at fara um alt landið og greina skrivliga frá, hvussu tað skal verða skift sundur; síðan skulu teir koma aftur til mín. 5Teir skulu skifta tað sundur í sjey lutir. Júda skal verða verandi á sínum arvaluti í suðri og ætt Jósefs á sínum arvaluti í norðri. 6Og um hesar sjey lutir landsins skulu tit seta saman frágreiðing, sum tit skulu fáa mær; so skal eg kasta lut fyri tykkum her fyri ásjón Harrans, Guðs várs. 7Men Levitarnir, ið búgva tykkara millum, skulu ongan arvalut fáa; tí at prestadømi Harrans skal verða arvalutur teirra; og Gád og Ruben og hálva ætt Manasse hava fyri eystan Jórdan fingið sín arvalut, sum Móses, tænari Harrans, gav teimum.» 8Tá búðu menninir seg út til ferðar; og Jósva beyð teimum, ið fara skuldu, at gera skrivliga frágreiðing og mælti: «Farið nú og ferðist um landið og greiðið skrivliga frá tí. Komið síðan aftur til mín, so skal eg kasta lut fyri tykkum her fyri ásjón Harrans í Silo.» 9Menninir hildu síðan avstað og fóru um landið og settu saman skrivliga frágreiðing um tað, um hvørja borg í teim sjey lutunum; síðan komu teir aftur til Jósva í herbúðirnar í Silo. 10Jósva kastaði síðan lut fyri teir í Silo fyri ásjón Harrans og skifti landið sundur millum Ísraelsmenn, lut fyri lut.
Lutur Benjamins
11Og ætt Benjamins fekk við lutkasti eftir kyntáttum sínum landslut sín millum Júdasona og Jósefssona. 12Landamark teirra byrjaði frá Jórdan norðantil og gekk upp á hálsin fyri norðan Jeriko og vestur á fjøllini og endaði í oyðimørkini við Bet-Áven. 13Haðan gekk landamarkið yvir at Luz, upp um hálsin fyri sunnan Luz, tað er Betel, og síðan oman at Átarot-Addar og niðan á fjallalandið, sum er fyri sunnan Bet-Hóron hitt niðara; 14og framleiðis gekk landamarkið í útsynning frá fjallinum, sum er sunnanvert við Bet-Hóron, og endaði í Kirjat-Báal, tað er Kirjat-Jearim, borg Júdasona. Hetta var landamarkið fyri vestan. 15Landamarkið fyri sunnan byrjaði frá útjaðara Kirjat-Jearims og gekk vestureftir út at Neftoakeldum. 16Haðan gekk landamarkið oman at fjallatromini áraka dal Hinnomssonar, sum er fyri norðan Refaimslættan; og haðan oman í Hinnomsdal sunnanvert við háls Jebusita, síðan oman at Rógel kelduni. 17Haðan gekk tað norðureftir til En-Sjemesj og framleiðis til Gelilot áraka Ádummimbrekkuna og oman at steini Bóhans Rubenssonar; 18og haðan yvir um hálsin norðanvert við Bet-Árába-slættan. 19Framleiðis gekk landamarkið yvir at hálsinum norðanvert við Bet-Hogla og endaði norðanvert við saltsjóvarvíkina, har ið Jórdan rennur útí. Hetta var landamark fyri sunnan. 20Fyri eystan var Jórdan landamark. Hesi vóru landamarkini kring um arvalut Benjaminssona eftir kyntáttum teirra. 21Men borgirnar hjá ætt Benjaminssona eftir kyntáttum teirra vóru hesar: Jeriko, Bet-Hogla, Emek-Keziz, 22Bet-Árába, Zemaráim, Betel, 23Avvim, Pára, Ofra, 24Kefar-Ammoni, Ofni, Geba, tilsamans tólv borgir og torpar teirra, 25Gibeon, Ráma, Beerot, 26Mizpe, Kefira, Móza 27Rekem, Jirpeel, Tárala, 28Zela, Elef, Jebus – tað er Jerúsalem – Gibeat og Kirjat-Jearim, tilsamans fjúrtan borgir og torpar teirra. Hetta var arvalutur Benjaminssona eftir kyntáttum teirra.
Currently Selected:
Jósvabók 18: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society