Jósvabók 17
17
Landøki Manasse
1Og Manasse ætt fekk sín lut, tí at hann var frumgitni sonur Jósefs. Mákir, frumgitni sonur Manasse, faðir at Gilead, fekk Gilead og Básjan, tí at hann var bardagamaður. 2Og hinir synir Manasse fingu lutir eftir kyntáttum sínum: synir Ábiezers, synir Heleks, synir Asriels, synir Sjekems, synir Hefers og synir Sjemida. Hesir vóru kallmanseftirkomarar Manasse Jósefssonar eftir kyntáttum teirra. 3Men Zelofhad Hefersson Gileadssonar, Mákirssonar, Manassesonar átti ongar synir, einans døtur. Hesar vóru døtur hansara: Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza. 4Tær gingu tá inn fyri Eleazar prest og Jósva Nunsson og høvuðsmenninar og søgdu: «Harrin beyð Mósesi at geva okkum arvalut millum brøðra okkara.» Eftir boði Harrans gav hann teimum tá arvalut millum brøðra faðirs teirra. 5Soleiðis fekk Manasse tíggju lutir umframt Gilead og Básjan hinumegin Jórdan, 6av tí at døtur Manasse eisini fingu arvalutir millum sona hansara. Men hinir eftirkomarar Manasse fingu Gileads land. 7Og landamark Manasse gekk frá Ásjer til Mikmetat fyri eystan Sjekem og haðan gekk landamarkið suðureftir til teirra, ið búgva í En-Tappua. 8Manasse fekk landslutin Tappua; men borgina Tappua, ið stóð við landamark Manasse, fingu Efraimitar. 9Haðan gekk landamarkið oman í Kána-dalin sunnanvert við dalin; borgirnar har, sum stóðu mitt uppi í borgum Manasse, átti Efraim. Landøkið hjá Manasse var fyri norðan dalin og alt til sjóvar. 10Tað, sum var fyri sunnan, átti Efraim, og tað, sum var fyri norðan, átti Manasse; havið var mark. Fyri norðan var Ásjer landamark teirra, og fyri eystan Issakar. 11Í Issakar og Ásjer fekk Manasse hesar borgir: Bet-Sjean og bygdir hennara, Jibleam og bygdir hennara, íbúgvar Dórs og bygdir hennara, íbúgvar En-Dórs og bygdir hennara, íbúgvar Táanaks og bygdir hennara, íbúgvar Megiddos og bygdir hennara, fjallalíðirnar tríggjar. 12Men Manasse synir fingu ikki rikið íbúgvarnar í hesum borgum burtur, og tað eydnaðist Kánáanitum at fáa sær fastan bústað í hesum landsluti. 13Seinni, tá ið Ísraelsmenn mentust, gjørdu teir Kánáanitarnar vinnuskyldigar, men róku teir ikki burtur.
Jósefs ættir eiga sjálvar at víðka um landøki sítt
14Tá mæltu synir Jósefs við Jósva og søgdu: «Hví hevur tú einans givið mær ein lut og eina arvagrein, tó at eg eri fjølment fólk, av tí at Harrin higartil hevur signað meg stórum?» 15Men Jósva svaraði: «Ert tú vorðin so fjølmentur, tá far tær niðan í skóglandið og brót tær upp úr nýggjum har í landi Perezita og Refaita, um Efraims fjallaland er vorðið tær ov trongt!» 16Tá søgdu synir Jósefs: «Fjallalandið er okkum ikki nóg mikið; og allir Kánáanitar á slættlendinum hava jarnsettar vagnar, bæði teir, sum búgva í Bet-Sjean og bygdunum har hjá, og teir, sum búgva á Jizreel-slættanum.» 17Tá segði Jósva við Jósefs ætt, Efraim og Manasse: «Fjølmentur ert tú vorðin, og mikil er styrki tín; ikki skal ein lutur vera tær nóg mikið; 18men fjallalandið skal verða títt; og er tað skógvaksið, verður tú at bróta upp úr nýggjum; eisini fjallalíðir tess skulu verða tínar; tí at tú skalt reka Kánáanitarnar burtur, tó at teir hava jarnvagnar, tí at tú ert mætari enn teir.»
Currently Selected:
Jósvabók 17: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society