Jósvabók 16
16
Landøkið hjá báðum ættum Jósefs
1Síðan varð landamarkið hjá Jósefs sonum tilskilað við lutkasti og gekk fyri eystan frá Jórdan áraka Jeriko við Jerikos vøtn og niðan gjøgnum oyðimørkina, ið hevjar seg upp á fjallalandið við Betel; 2og frá Betel framvegis yvir at landamarki Arkita, at Átarot, 3gekk síðan oman vestureftir móti landamarki Jafletita og móti landamarki Bet-Hórons hins niðara og alt at Gezer og gekk í sjógv.
Landøki Efraims
4Hesin landsluturin ognaðist Jósefs sonum, Manasse og Efraim; 5og landamarkið fyri tí luti, sum Efraims synir fingu eftir kyntáttum sínum, var fyri eystan Átarot-Addar til Bet-Hóron hins ovara; 6haðan gekk tað vestur at havinum. Fyri norðan var Mikmetat mark; haðan gekk landamarkið eystureftir til Táanat-Sjilo og gekk í bugi sunnanvert við Jánoa. 7Frá Jánoa gekk tað oman at Átarot og Náara, tætt við Jeriko og endaði úti við Jórdan. 8Frá Tappua gekk landamarkið vestur í Kána-dalin og endaði úti við havið. Hetta var arvalutur Efraims ættar eftir kyntáttum teirra 9umframt borgir og torpar, sum Efraims synir fingu burtur av arvaluti Manasse sona. 10Men Kánáanitarnar, sum búðu í Gezer, róku teir ikki burtur; tí búgva Kánáanitar enn í dag í miðjum Efraim; men teir eru vinnuskyldigir.
Currently Selected:
Jósvabók 16: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society