Jósvabók 12
12
Kongarnir fyri eystan Jórdan
1Hesir eru teir kongarnir í landinum, ið Ísraelsmenn vunnu sigur á; teir ognaðu sær land teirra fyri eystan Jórdan frá Arnons á og alt at Hermons fjalli, alt slættlendið eystantil: 2Sihon, kongur Ámorita, sum búði í Hesjbon og valdaði øllum landi frá Ároer við Arnons áarbakka, frá miðjum dali yvir helmingin av Gilead alt at Jabboks á, sum er landamark móti Ammonitum, 3Árábaslættanum alt at Kinnerots vatni eystantil og at Árábahavinum, Salthavinum, eystantil allan vegin alt at Bet-Jesjimot og longur suðureftir alt at Pisgalíðum, 4og Og, kongur av Básjan, sum var ein av teimum Refaitum, ið eftir vóru; hann búði í Asjtarot og Edrei 5og valdaði Hermons fjallabygdum, Salka og øllum Básjan alt at landamarki Gesjurita og Máakatita, helmingi av Gilead at landamarki Sihons kongs í Hesjbon. 6Móses, tænari Harrans, og Ísraelsmenn høvdu vunnið sigur á teimum; og Móses, tænari Harrans, gav Rubenitum, Gáditum og helmingi av ætt Manasse land teirra til ognar.
Kongarnir fyri vestan Jórdan
7Hesir eru teir kongar, ið Jósva og Ísraelsmenn vógu fyri vestan Jórdan frá Báal-Gád í Libanons dali alt at Reynafjalli, ið hevjar seg niðan móti Se'ir; land teirra gav Jósva Ísrael til ognar, hvørji ætt sín lut, 8í fjallalandinum, í láglandinum, á Árábaslættanum, í fjallalíðunum, í oyðimørkini og á suðurlandinum, land Hetita, Ámorita, Kánáanita, Perezita, Hivita og Jebusita: 9Kongurin av Jeriko ein; kongurin av Ai við Betel ein; 10kongurin av Jerúsalem ein; kongurin av Hebron ein; 11kongurin av Jarmut ein; kongurin av Lákisj ein; 12kongurin av Eglon ein; kongurin av Gezer ein; 13kongurin av Debir ein; kongurin av Geder ein; 14kongurin av Horma ein; kongurin av Árad ein; 15kongurin av Libna ein; kongurin av Ádullam ein; 16kongurin av Makkeda ein; kongurin av Betel ein; 17kongurin av Tappua ein; kongurin av Hefer ein; 18kongurin av Áfek ein; kongurin av Sjáron ein; 19kongurin av Mádon ein; kongurin av Házor ein; 20kongurin av Sjimron-Meron ein; kongurin av Aksjaf ein; 21kongurin av Táanak ein; kongurin av Megiddo ein; 22kongurin av Kedesj ein; kongurin av Jokneam við Karmel ein; 23kongurin av Dór á Dórs heiðum ein; kongurin yvir fólkunum í Galileu ein; 24kongurin av Tirza ein; allir kongarnir tilsamans vóru tríati og ein.
Currently Selected:
Jósvabók 12: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society