Jósvabók 13
13
Jósva fær boð um at skifta ættunum landið
1Tá ið Jósva var vorðin gamal og hevði mong ár á baki, segði Harrin við hann: «Tú ert vorðin gamal og hevur nógv ár á baki, men almikið er enn eftir av landinum at hertaka. 2Hetta er landið, sum er eftir: Alt landaøki Filista og alt land Gesjurita. 3Frá Sjihor eystanvert við Egyptaland og alt at Ekrons landamarki í norðuri, sum Kánáanitar verða hildnir at eiga, hinir fimm høvdingar Filista í Gaza, Ásdod, Askalon, Gát og Ekron; og somuleiðis Ávitar í suðuri; 4framleiðis alt land Kánáanita frá Meara, sum Zidonitar eiga, og alt at Áfek og at landamarki Ámorita 5og tað landið, ið hevur Libanon sum landamark eystantil; frá Báal-Gád undir Hermons fjalli og alt at Hámat, 6allar íbúgvar fjallabygdanna frá Libanon og alt at Misrefot-Májim, allar Zidonitar, vil eg týna fyri tykkum. So skift tað nú sundur millum Ísraelsmanna til ognar, eins og eg havi boðið tær. 7Lat nú hini hálvatíggjundu ætt lutast hetta landið í arv.» 8Hin hálva ætt Manasse og við henni Rubenitar og Gáditar høvdu jú fingið sín lut, ið Móses gav teimum fyri eystan Jórdan, eins og Móses, tænari Harrans, gav teimum hann: 9frá Ároer við Arnons áarbakka, borgini í miðjum dalinum, allan slættan frá Medeba alt at Dibon; 10og framleiðis allar borgir hjá Sihoni, kongi Ámorita, sum var kongur í Hesjbon, alt at landamarki Ammonita; 11somuleiðis Gilead og alt land Gesjurita og Máakatita, øll Hermons fjøll og Básjan alt at Salka; 12alt kongaríkið hjá Og í Básjan, sum ríkti í Asjtarot og Edrei og var einastur eftir av Refaitum. Móses hevði vigið teir og beint fyri teimum. 13Men Ísraelsmenn beindu ikki fyri Gesjuritum og Máakatitum; tí búgva Gesjuritar og Máakatitar millum Ísraelsmanna enn í dag. 14Einans ætt Levi gav hann ongan arvalut; Harrin, Ísraels Guð, skuldi vera arvalutur hans, eins og hann hevði heitt honum.
Rubens lutur og Gáds
15Og hvørjum kyntátti av Rubens ætt gav Móses sín lut; 16teir fingu landið frá Ároer við Arnons áarbakka frá borgini í miðjum dalinum, allan slættan alt at 17Hesjbon og allar borgir á slættanum, Dibon, Bámot-Báal, Bet-Bál-Meon, 18Jáhza, Kedemot, Mefáat, 19Kirjatáim, Sibma, Zeret-Sjahar á Dalafjalli, 20Bet-Peor í Pisgalíðum og Bet-Jesjimot; 21framleiðis allar borgir á slættanum og alt kongaríki Sihons, Ámorita kongs, ið sat sum kongur í Hesjbon, og sum Móses vá samstundis við høvdingar Midianita Evi og Rekem, Zur og Hur og Reba, jallar Sihons, ið búðu í landinum. 22Ísraelsmenn vógu eisini spásagnarmannin Bileam Beorsson við svørði umframt aðrar, sum teir drópu. 23Og landamarkið hjá Rubenitum varð Jórdan; og hetta landið við borgum og torpum lutaðist Rubenitum eftir kyntáttum teirra. 24Og Móses gav hvørjum kyntátti av Gáds ætt sín landslut; 25og hetta vórðu landslutir teirra: Jázer og allar borgir í Gilead og helmingur av landi Ammonita alt at Ároer, ið liggur fyri eystan Rabba; 26og landið frá Hesjbon alt at Rámat-Mizpe og Betonim; og frá Máhanáim og alt at landamarki Lodebars. 27Framleiðis í dalinum Bet-Háram, Bet-Nimra, Sukkot og Záfon, eftirstøðurnar av kongaríki Sihons, kongs í Hesjbon, við Jórdan sum landamark alt at suðurendanum á Kinnerots vatni fyri eystan Jórdan. 28Hetta landið við borgum og torpum varð arvalutur Gádita eftir kyntáttum teirra.
Lutur hinnar hálvu Manasse ættar
29Og Móses gav hvørjum kyntátti av Manasse hálvu ætt sín landslut; 30land teirra gekk frá Máhanáim yvir alt Básjan, alt kongaríkið hjá Og, kongi av Básjan, og allar tjaldbygdir Jáirs, sum eru í Básjan, seksti bygdir, 31helmingin av Gilead og Asjtarot og Edrei, høvuðsborgir í kongaríki Ogs í Básjan. Hetta fingu synir Mákirs Manassesonar, tað er helmingurin av Mákirs sonum – eftir kyntáttum teirra. 32Hesi vóru tey landsøki, sum Móses á Móabs slætta fyri eystan Jórdan áraka Jeriko lutaði sundur. 33Men ætt Levi gav Móses ongan arvalut. Harrin, Ísraels Guð, er arvalutur hennara, eins og hann hevði heitt teimum.
Currently Selected:
Jósvabók 13: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society