Bible App logo
Search Icon

Jósvabók 11

11
Norðurkánáan tikið
1Men tá ið Jábin, kongur av Házor, frætti hetta, sendi hann Jóbab, kongi av Mádon, boð og somuleiðis kongunum av Sjimron og Aksjaf 2og kongunum har norðuri í fjallabygdunum, á slættlendinum fyri sunnan Kinnerot, í láglandinum og á heiðunum við Dór úti við sjógvin, 3Kánáanitum bæði fyri eystan og vestan, Ámoritum, Hetitum, Perezitum, Jebusitum í fjallabygdunum og Hivitum niðanvert við Hermon í Mizpalandi. 4Hesir løgdu nú út við øllum herliðum sínum, fjølmangir sum sandurin við sævarflóð, og við nøgd av hestum og vagnum. 5Allir hesir kongar løgdu ráðini saman, síðan komu teir og settu upp herbúðir sínar við Meromsvøtn og búðust til bardaga móti Ísraels fólki. 6Tá segði Harrin við Jósva: «Óttast ikki fyri teimum, tí at um hetta mundið í morgin skal eg lata teir liggja vignar á vali fyri Ísraelsmonnum; tú skalt kvetta hælsinurnar á hestum teirra og brenna upp hervagnar teirra.» 7Jósva og alt herfólkið, sum við honum var, komu tá brádliga yvir teir við Meromsvøtn, og løgdu á teir. 8Og Harrin gav teir upp í hendur Ísraels, so at teir vunnu sigur á teimum og eltu teir alt at Zidon hini miklu og til Misrefot-Máim og eystur í Mizpedalin; og teir vógu teir, so at eingin teirra komst undan. 9Jósva fór við teimum, soleiðis sum Harrin hevði boðið: Hælsinurnar á hestum teirra kvetti hann av, og hervagnar teirra brendi hann upp. 10Um tað mundið snúðist Jósva aftur og vá Házor og feldi kongin har við svørði; men Házor var áður høvuðsborgin í øllum hesum kongaríkjum. 11Teir bannførdu borgina og avoyddu hvørt mansbarn, sum har var, so at einki livandi var eftir; og Házor settu teir eld á. 12Jósva fekk undir seg allar borgirnar hjá hinum kongunum eins og allar kongarnar sjálvar; og hann vá teir við svørði og avoyddi teir, so sum Móses, tænari Harrans, hevði boðið. 13Tó brendu Ísraelsmenn onga av teimum borgum, ið stóðu uppi á hæddum uttan Házor eina; hana setti Jósva eld á. 14Allan herfong og fenað úr hesum borgum rændu Ísraelsmenn sær til handar; men hvørt mannkyn feldu teir við svørði og avoyddu tað, til ikki livandi kykt var eftir. 15Eins og Harrin hevði boðið Mósesi, tænara sínum, soleiðis beyð Móses Jósva, og soleiðis gjørdi Jósva; einki læt hann vera ógjørt av øllum tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi.
Yvirlit yvir sigurvinningar Ísraels
16Soleiðis legði Jósva alt hetta landið undir seg, fjallalandið og alt suðurlandið, alt Gósjenland og láglandið, slættlendið og Ísraels fjallaland og láglandið har um leið, 17frá tí nakna hálandinum, ið hevjar seg niðan móti Se'ir og alt at Báal-Gád í Libanons dali niðanvert við Hermons fjall; og allar kongar teirra tók hann, jarðlegði teir og týndi teimum av lívi. 18Í langar tíðir lá Jósva í bardaga við hesar kongar. 19Eingin borg gav seg við góðum undir vald Ísraelsmanna uttan eina Hivitarnir, sum búðu í Gibeon; alt máttu teir taka við bardaga. 20Av Harrans ávum herdu teir hjørtu síni og løgdu í hernað móti Ísraelsmonnum, so at hesir avoyddu teir og eirindaleyst týndu øllum av lívi, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
Avoyðing Ánakita
21Um tað mundið kom Jósva og rak Ánakitarnar út úr fjallalandinum, úr Hebron og Debir, úr Ánab og úr øllum Júdafjøllum og úr øllum Ísraelsfjøllum; og Jósva avoyddi teir eins og borgir teirra. 22Eingin Ánakiti var eftir í landi Ísraelsmanna; einans í Gaza, Gát og Ásdod vóru nakrir eftir. 23Soleiðis legði Jósva alt landið undir seg samsvarandi øllum tí, sum Harrin hevði talað við Móses; og Jósva gav Ísrael tað í arv, hvørji ættini sín lut. Síðan varð friður í landinum.

Currently Selected:

Jósvabók 11: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in