Jobsbók 32
32
Elihu ikki nøgdur við Job, heldur ikki við vinir hans
1Hesir tríggir góvust nú at svara Job, av tí at hann helt seg vera rættvísan. 2Men tá vreiddist Elihu Bárakelsson Buziti av Ráms ættarkyni; vreiði hans tendraðist móti Job, av tí at hann helt seg vera rættvísari enn Guð, 3og móti teimum trimum vinum hans, tí at teir einki svar vistu og kortini søgdu Job órættvísan. 4Elihu hevði bíðað, meðan teir talaðu við Job, av tí at teir vóru eldri enn hann. 5Men tá ið hann sá, at teir tríggir menninir einki fingu svarað, tendraðist vreiði hans;
Elihu vil tala, nú Job hevur tept vinir sínar. Hann vil vera rættvísur
6tá tók Buzitin Elihu Bárakelsson til orða og segði: «Eg eri ungur á aldri, og tit eru gamlir menn, tessvegna firnaðist eg og aftraði meg frá at kunngera tykkum tað, eg veit. 7Eg hugsaði: «Lat aldurin tala og árini mongu kunngera vísdóm!» 8Tó – tað er andin í monnunum, andablástur hins alvalda, sum ger teir vitrar. 9Hinir gomlu eru ikki altíð vitrastir, oldingar skyna ikki altíð, hvat ið rætt er. 10Tí sigi eg: Lýðið á meg, latið eisini meg telja tað, eg veit. 11Eg bíðaði eftir orðum tykkara, eftir at hoyra skilatalu; alt meðan tit leitaðu eftir orðum, 12gav eg mær gjølla far um tykkum, men sí, eingin sannførdi Job, eingin tykkara rak orð hans aftur. 13Sigið nú ikki: «Vit hava rakt við vísdóm; eina Guð kann fella hann, ikki maður!» 14Ikki móti mær hann snúði røðu síni, og við orðum tykkara ætli eg ikki at svara honum. 15Teir eru ræddir, vita einki meir at svara, orðini eru uppi hjá teimum; 16men eigi eg at drála, tá ið teir tiga og standa uttan at vita svar? 17Nei, eisini eg vil svara mítt, eisini eg vil telja tað, sum eg veit. 18Tí at eg eri fullur av orðum, andin í barmi mínum trokar á meg; 19barmur mín bylgist eins og innibyrgt vín, er um at rivna eins og nýfyltir bjølgir. 20Eg vil tala til tess at fáa lætta, lata upp varrar mínar og svara. 21Eg geri ongan mannamun, smikri ongan. 22Tílíkt má eg ikki gera, tí at skjótt hevði tá skapari mín rivið meg burtur.
Currently Selected:
Jobsbók 32: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society