YouVersion Logo
Search Icon

Jobsbók 33

33
Job skal fyrst hoyra, so svara, um hann er førur til tess. Hann kann ikki umbera seg við nøkrum
1Men hoyr nú, Job, orð míni, lýð á alt, sum eg sigi! 2Sí, eg opni munn mín, tunga mín talar í góma mínum; 3av reinmeintum huga eg tali, royndum orðum varrar mínar mæla; 4andi Guðs hevur skapað meg, andablástur hins alvalda gevur mær lív. 5Svara mær, um tú kanst, búgv teg móti mær og gakk fram! 6Sí, eg eri eins og tú fyri Guði, eisini eg eri myndaður úr leiri; 7tær nýtist ikki at ræðast meg, hond mín skal ikki níva teg niður.
Orð Jobs um, at Guð er fíggindi hans, hóast hann er sakleysur, eru følsk
8Men nú hevur tú sagt fyri oyrum mínum – hesi orð hoyrdi eg teg mæla: 9«Eg eri reinur og uttan misbrot, sakleysur, og hjá mær er eingin misgerð; 10men Guð finnur sær eitthvørt til sakar móti mær og telur meg fígginda sín; 11hann setir føtur mínar í stokkin, gætir allar leiðir mínar!»
Guð vil í góðsku síni frelsa menniskju frá deyða. Tí ávarar hann tey móti synd, stundum í dreym, stundum við líðingum
12Sí, í hesum hevur tú órætt, tað er svar mítt; tí at Guð er meiri enn maður. 13Hví vilt tú seta at Guði, fyri tað at hann ikki svarar øllum orðum tínum? 14Tí at vissuliga talar Guð bæði á ein og annan hátt, men menn geva tí ongan ans. 15Í dreymum, í náttarsjónum, tá ið tungur svøvnur er fallin á menn, og teir liggja og dúra í rekkjum sínum, 16tá opnar hann oyru manna og skelkar teir við ræðumyndum, 17til tess at aftra mannin frá misgerð og doyva hugmóð í mannanna børnum, 18bjarga sál hans frá grøvini og sleppa honum undan bana.
19Maður verður eisini agaður við svárum sjúkum, so at tað nítur honum í merg og mønu; 20honum vamlast við mat, sál hansara stendst við allar krásir; 21hold hans fúnar, so at einki sæst aftur av tí; beinini, sum áður ikki sóust, eru ber; 22sál hans kemur tætt at grøvini, lív hans nærkast hinum drepandi vøldum.
Tá menniskju venda við, verður alt gott aftur. Hetta eigur Job at hugsa um
23Er tá hjá honum ein eingil, ein millumgongumaður, ein av hinum túsundum, ið boða manninum aga, 24og hann tá biður fyri honum og sigur: «Frels hann frá at fara niður í grøvina, loysnargjaldið havi eg fingið!» 25Tá yngist hann aftur í holdum, sínar ungdómsdagar fær hann aftur. 26Hann biður til Guðs, og hann er honum náðigur, hann skoðar ásjón hans við fagnaði og telur monnum frá frelsu síni; 27hann syngur um tað fyri fólki og sigur: «Eg syndaði og rongdi tað, sum rætt var; kortini varð tað mær ikki afturlønað; 28hann loysti sál mína frá at fara niður í grøvina, lív mítt gleðist við at síggja ljósið!» 29Sí, alt hetta ger Guð bæði tvær og tríggjar ferðir við mannin 30til tess at bjarga sál hans frá grøvini, til tess at lata hann skoða ljós lívsins!
31Gev ans og hoyr meg, Job, gev ljóð og lat meg tala! 32Hevur tú nakað at siga, tá svara mær; tala, tí at fegin vildi eg, at tú royndist rættlátur; 33um ikki er so, tá hoyr meg, gev ljóð, at eg má kenna tær vísdóm!»

Currently Selected:

Jobsbók 33: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in