Jobsbók 31
31
Framhald: Sakloysi hansara
1Eg gjørdi sáttmála við eygu míni, at eg skuldi ikki hyggja at ungmoyggj. 2Tí hvat hevði annars verið luturin frá Guði har uppi, arvurin frá hinum alvalda á himnahæddum? 3Er ikki glatan fyri hin rangláta og ógæva fyri illgerðarmannin? 4Sær hann ikki vegir mínar, telur hann ikki øll míni fet? 5Havi eg gingið við lygnum, og hava føtur mínir verið skjótir eftir svikum 6– Guð vigi meg á rættari vágskál, tá man hann síggja sakloysi mítt – 7viku míni fet av vegnum, fylgdi mítt hjarta eygum mínum, ja, er nakar flekkur á hondum mínum – 8tá eti aðrir tað, sum eg havi sáað, tá verði vøkstir mínir slitnir upp við rót! 9Læt eg hug mín dára av konu, ella slotaði eg við dyrnar hjá granna mínum, 10tá mali kona mín á kvørn fyri annan, tá leggi aðrir seg hjá henni! 11Tí at tílíkt er skemdargerð, misbrot, ið fær sín dóm, 12ja eldur, sum oyðir til grundar og brennir av upptøku mína! 13Havi eg einkisvirt rættin hjá træli og trælkvendi mínum, tá ið tey høvdu trætumál við meg, 14hvat skuldi eg gjørt, um Guð tá reis upp, og hvat skuldi eg svarað, tá ið hann kom at rannsaka? 15Hevur ikki tann, sum skapaði meg, eisini skapað hann í móðurlívi? Hevur ikki hin sami virkað okkum í móðurkviði? 16Havi eg sýtt fátækum bøn og latið eygu einkjunnar slokna? 17Havi eg einsamallur etið breyð mítt og einki latið faðirloysingan fingið burturav? 18Nei, alt frá ungdómi havi eg eins og faðir fostrað hann, frá tí eg var lítil, havi eg hjálpt einkjum. 19Havi eg sæð arminga klædnaleysan og fátækan uttan áklæði? 20Vissuliga nei; meg signaðu lendar hans, tá ið hann vermdi seg við ull av seyðum mínum. 21Havi eg hevjað hond ímóti faðirloysinganum, tá ið eg visti mær viðhald í borgarliðinum, 22tá loysni akslarnar frá herðunum, og verði armur mín støktur úr liði! 23Tí at ótti fyri Guði ræddi meg, eg megnaði tað ikki fyri hátign hans. 24Gjørdi eg gull til vón mína og nevndi hitt skíra gull álit mítt, 25var tað gleði mín, at eg var ríkur, at hond mín hevði vunnið mær miklan eyð, 26leit eg at sólini, hvussu hon skein, at mánanum, ið glæsiligur fór sína leið, 27tøldist í loynum hjarta mítt, so at eg gav teimum handarkoss, 28tá hevði tað verið misbrot, ið átti at verða revsað, tí at tá hevði eg avnoktað Guð á himna hæddum! 29Gleddist eg við ógævu fígginda míns, fegnaðist eg, tá ið óhapp varð honum fyri, 30– nei, ikki loyvdi eg góma mínum at synda, so at eg við illbønum ynskti hans deyða! 31Mátti ikki húsfólk mítt siga: «Hvønn hevur hann við borð sítt ikki mettað við kjøti?» 32– Nei, ikki læt eg ókunnigan liggja úti á nátt, heldur opnaði eg ferðamanninum hurðar mínar. 33Fjaldi eg á mannavísi syndir mínar, so at eg krógvaði mær í barmi misgerð mína, 34av tí at eg óttaðist fjøldina, og at ættarfrændur skuldu vanvirða meg, so at eg tagdi og fór ikki út fyri dyr! – 35Gævi eg hevði einhvønn at lýða á meg! Her er undirskrift mín – hin alvaldi svari mær! Hevði eg havt bræv ákærara míns, 36vissuliga skuldi eg tikið tað upp á økslina, bundið tað sum høvuðskreyt um mítt enni, 37eg skuldi sagt honum frá hvørjum feti mínum, gingið sum høvdingi fram fyri hann! 38Hevur jørðin rópað undan mær, so at allar foyrur hennara grótu, 39havi eg notið gróður hennara ógoldnan, og týnt ánarar hennara av lívi, 40tá spretti tornir upp í staðin fyri hveiti og illgresi í staðin fyri bygg!» Her enda røður Jobs.
Currently Selected:
Jobsbók 31: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society