Jobsbók 28
28
Framhald av svari Jobs: Best fjaldu gripirnir verða funnir av menniskjum
1Silvur verður jú funnið á staði sínum, og somuleiðis gullið, sum verður reinsað; 2jarn fæst upp úr jørðini, og kopar verður brætt burtur úr gróti. 3Maður vinnur á myrkrinum, úr djúpastu holum hann leitar fram steinar, sum fjaldir hava ligið í bølamyrkri. 4Djúpt niðri undir fótum sínum brýtur hann sær námugongdir, gloymdur, fjart frá fólki hongur hann og reiggjar í leysum lofti. 5Upp úr jørðini veksur breyðið; hon verður rótað um, sum var tað av eldi. 6Saffirur finst í gróti jarðarinnar; og gullsand finnur tann, ið grevur. 7Ørnin kennir ikki vegin hagar, og heykurin ber ikki eyga við hann; 8hini stoltsligu villdjórini ganga hann ikki, ljónið fer ikki eftir honum. 9Hann leggur hond á harðasta grót, skakar fjøllini av grund; 10í bjørgini høggur hann gongdir, eyga hans sær hvønn dýrindisstein. 11Hann teppir streymar, so at teir steðga, hitt fjalda flytur hann fram í ljósið.
Men vísdómin kann eingin vinna fyri silvur og gull
12Men spekin, hvar er hon, og hvar er vitskan at finna? 13Vegin til hennara kennir ikki maður; hon finst ikki í mannaheimi. 14Frumdjúpið sigur: «Í mær er hon ikki!» Og havið sigur: «Ikki er hon hjá mær!» 15Hon fæst ikki fyri tað skíra gull, ikki kann hon keypast fyri silvur. 16Hon verður ikki goldin við Ofirgulli ella við dýrum sjóham- og saffirsteinum. 17Gull og glar viga ikki upp ímóti henni, og hon fæst ikki í býti fyri gripir av skírum gulli; 18eg vil ikki tala um krystallar og kórallar; spekin er betri at eiga enn perlur. 19Tópasar Blálands eru einki móti henni; hon verður ikki goldin við reinasta gulli.
Guð hevur kent vísdómin frá upphavi
20Men spekin, hvaðan kemur hon? Hvar hevur vitskan heimstað? 21Hon er duld fyri eygum teirra, sum liva, fjald fyri fuglum himinsins. 22Undirdýpið og deyðin siga: «Vit hava einans hoyrt hana gitna.» 23Guð eina kennir veg hennar, hann eina veit um stað hennar. 24Tí at hann skoðar til endamark jarðar, alt undir himni sær hann. 25Tá ið hann tilskilaði vindinum vekt og mátaði vatnið við máti, 26tá ið hann setti regninum mark og snarljósinum veg gjøgnum skýggini, 27tá sá hann spekina og boðaði frá henni; tá skipaði hann fyri henni og rannsakaði hana.
Gudsótti er vísdómur
28Men við mannin segði hann: «Sí, at óttast Harran, tað er speki, at víkja frá tí illa, tað er vitska.»»
Currently Selected:
Jobsbók 28: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society