Jobsbók 27
27
Framhald av røðu Jobs: Hann gongur ikki frá, at hann er sakleysur
1Og Job helt áfram at flyta røðu sína: 2«So satt sum Guð livir, ið tikið hevur burtur rætt mín, hin alvaldi, sum elvt mær hevur beiskan harm: 3So leingi sum lívsandi er í mær, og andi Guðs í nasum mínum, 4skulu varrar mínar ikki tala ilt og tunga mín ikki mæla svik! 5Fjart veri tað mær at geva tykkum rætt! So leingi sum eg ani, gangi eg ikki frá sakloysi mínum! 6Rættvísi mína haldi eg fast við og sleppi henni ikki; meg ákærir eingin av døgum mínum!
Á ymiskan hátt revsar Guð hin gudleysa
7Fari mínum fígginda eins og hinum gudleysa, mínum mótstøðumanni eins og hinum rangláta. 8Tí at hvørja vón hevur hin vanhalgi, tá ið Guð sker hann av og krevur sál hansara? 9Man Guð hoyra róp hans, tá ið neyð gongur á hann? 10Kann hann fegnast í hinum alvalda ella á hvørji stund kalla á Guð? 11Eg skal læra tykkum um hond Guðs, ikki loyna tí, sum hin alvaldi hevur í hyggju; 12tit hava jú sjálvir sæð tað; hví hugsa tit so lítið? 13Hetta er jú lutur hins gudleysa frá Guði, arvurin, ið yvirgangsmenn ljóta av hinum alvalda: 14Fjølgast børn hans, skal svørðið týna tey, avkom hansara mettar seg ikki við breyði. 15Teir, ið undan komast, jarðar drepsóttin; einkjur teirra halda ongan harmagrát eftir teir. 16Rúgvar hann saman silvur eins og mold og dregur klæði saman eins og leir – 17tá dregur hann saman, men hin rættvísi fer í tey, silvur hans lutast hinum sakleysa. 18Hann byggir sær hús eins og kongurlakkur, líkt eini búð, sum varðmaður setir upp. 19Ríkur legst hann – men síðstu ferð; hann letur upp eyguni – men tá er einki eftir. 20Sum vatnflóðir fáa ræðslur hann aftur; á nátt rívur stormurin hann burtur. 21Hann fýkur avstað fyri eystanstormi, sum foykir hann burtur frá heimstaði hans. 22Guð skjýtur eftir honum eirindaleyst; við skundi má hann flýggja undan hendi hans. 23Menn klappa í lógva yvir hann, bríksla hann burtur frá bústaði sínum.
Currently Selected:
Jobsbók 27: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society