Jobsbók 29
29
Síðsta røða Jobs. Farna eydna hans.
1Og Job helt áfram við røðu síni og segði: 2«Á, at mær hevði verið sum í forðum, sum á hinum døgum, tá ið Guð varðveitti meg, 3tá ið lampa hans lýsti yvir høvdi mínum, og eg gekk við ljósi hans ígjøgnum myrkrið, 4sum á valadøgum mínum, og vinskapur Guðs var yvir tjaldi mínum, 5tá ið hin alvaldi enn var við mær, og børn míni vóru kring meg, 6tá ið føtur mínir vóðu í róma, og oljan veldi upp, hvar eg gekk, 7tá ið eg gekk út í borgarliðið og setti á torginum stól mín! 8Ungmenni høvdu seg burtur, tá ið teir sóu meg, gamlir risu úr sæti og stóðu upp, 9høvdingar fingu ikki orðið upp; teir løgdu hondina á munnin, 10rødd tignarmanna tagnaði, tunga teirra loðaði við góman; 11teir, ið hoyrdu meg, søgdu meg sælan, teir, ið sóu meg, góvu mær lovorð, 12tí at eg bjargaði arminganum, ið rópaði um hjálp, faðirloysinganum, ið ongan góðan hevði. 13Hin deyðkomni bað alt gott oman yvir meg, eg hjarta einkjunnar fylti við fagnaði. 14Eg klæddist í rættvísi, og hon í meg; rættur var mær skikkja og høvuðskreyt. 15Eg var eyga hins blinda, og eg var fótur hins halta. 16Eg var faðir teirra fátæku, og málevni ókunnumansins eg rannsakaði. 17Jakslir teirra ranglátu breyt eg, og reiv bráðina undan tonnum teirra. 18Tá hugsaði eg: «Í reiðri mínum man eg andast, liva leingi eins og Føniks fuglurin; 19vatn man renna at rót míni, og døggin liggja nátt á greinum mínum; 20heiður mín skal altíð verða nýggjur, bogi mín altíð yngjast í hond míni!» 21Teir lýddu á meg og bíðaðu, tagdu, meðan eg legði ráð. 22Tá ið eg hevði talað, tók eingin aftur til orða, orð míni drupu leskandi á teir. 23Teir bíðaðu mín eins og regns, opnaðu munnin eins og eftir várregni. 24Eg leit brosandi til teir hugbrotnu, andlit mítt fingu teir aldri gjørt dapurt. 25Eg leiddi teir og sat fremstur teirra millum, sat eins og kongur í miðjum herliði sínum, eins og hann, ið uggar sorgarbundnar.
Currently Selected:
Jobsbók 29: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society