YouVersion Logo
Search Icon

Jobsbók 26

26
Svar Jobs: Bildad hevur ditt sær til at hjálpa Guði
1Tá svaraði Job og segði: 2«Hvat hevur tú hjálpt hinum máttleysa, styrkt hin maktaða arm, 3lagt hinum óvitra ráð og givið honum mikla speki! 4Hvør mundi hjálpa tær orðum at mæla? Hvørs andi var tað, ið talaði út úr tær?
Hóast veldi Guðs og vísdómur eru uttan mark
5Deydningarnir skelva av ótta og alt, sum undir vøtnunum hølast; 6opin liggur helheimur fyri honum og undirdýpini ber. 7Hann tenur norðurhválvið út yvir oyðuna og letur jørðina sveima í tómum heimi. 8Vatnið hann byrgir í skýggjum sínum, tó brestur ikki skýloftið undir tí. 9Hann fjalir hásæti sítt fyri eygum okkara og breiðir yvir tað skýggj síni. 10Kring havið setir hann mark, har myrkrið og ljósið møtast. 11Stólpar himinsins skelva, teir ræðast fyri hóttum hans. 12Í mátti sínum øsir hann havið upp, við hyggju síni morlar hann havdrekan. 13Fyri andablástri hans varð himinin heiður, hond hans legði ígjøgnum hin flýggjandi dreka. 14Sí, hetta er einans hómvegur eftir hann, hvør lítið er tað tesk, vit hoyra um hann! Men toru veldis hansara – hvør skilir hana?»

Currently Selected:

Jobsbók 26: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in