YouVersion Logo
Search Icon

Jobsbók 25

25
Triðja tala Bildads: Móti Guði hevur eingin rætt
1Tá tók Bildad Sjúhiti til orða og segði: 2«Hjá honum er veldi og ræðsla; hann skapar frið í sínum høga bústaði. 3Fæst tal á herflokkum hans? Yvir hvørjum rennur ikki ljós hans upp? 4Hvussu kann maðurin vera rættvísur fyri Guði, og tann vera reinur, ið føddur er av konu? 5Sí, í eygum hans er mánin ikki bjartur og stjørnurnar ikki reinar! 6Hvat tá maðurin, tann maðkurin, og mansbarnið, tað skriðkyktið!»

Currently Selected:

Jobsbók 25: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in