YouVersion Logo
Search Icon

Jobsbók 24

24
Framhald av svari Jobs: Hví letur Guð ofta órætt verða órevsaðan
1Hví hevur ikki hin alvaldi revsingartíðir niðurfyri? Hví fáa tey, ið kenna hann, ikki dagar hans at skoða? 2Illmenni flyta markaskil, ræna fenað og goyma hann á beiti; 3asna faðirloysingans fara teir við og taka oksa einkjunnar í veð; 4teir skúgva fátæk av vegnum; øll neyðstødd í landinum noyðast at krógva seg.
Mongum er lívið bert stríð og strev
5Ja, sum villasnar í oyðimørkum fara tey út at starva og leita eftir føðslu; í reynum finna børnini sær villibráð til matna. 6Um nætur tey leita á markini eins og djór eftir føðslu, eftirtína vínber í gørðum hjá hinum ríka; 7nakin liggja tey á nátt við ongum klæðum og ongum áklæði móti kulda; 8vát av skúrum oman úr fjøllum halla tey sær inn at klettinum, tí at tey onga lívd finna; 9faðirloysingar verða rivnir frá móðurbrósti, og neyðstødd tikin í veð; 10nakin ganga tey – uttan klæði, svong bera tey bundi saman; 11innanveggja reinsa teir olju, troða vínfargið – og tysta; 12úr borg og húsum verða teir riknir, og sáran rópa børnini um hjálp, men Guð gevur hesum ranglæti ikki gætur.
Fíggindar ljósins liva eftir vild
13Aðrir eru vorðnir fíggindar ljósins; teir kenna ikki vegir ljósins og halda seg ikki á leiðum tess. 14Fyri lýsing fer drápsmaðurin upp og drepur eym og fátæk; um nætur reikar tjóvurin um. 15Horkallurin bíðar eftir skýming; hann hugsar: «Einki eyga sær meg,» og dregur slør fyri andlitið. 16Í myrkrinum bróta teir inn í hús, men um dagin loka teir seg inni, tí at ljósinum vilja teir ikki vita av. 17Teimum øllum er bølamyrkrið morgun; teir eru kunnigir við myrkursins ræðslur.
Illa fer ónt stórmenni
18Skjótt berst hann burtur við streyminum, bølbiðin er arvalutur hans í landinum, í víngarðin kemur hann ikki meira. 19Eins og krapi hvørvur fyri turki og hita, svá gloypir helheimur teimum, ið synda. 20Móðurlívið gloymir hann, og maðkarnir metta seg av honum; eingin minnist hann longur; eins og træið fer ranglætið sundur. 21Hann fór illa við hini barnleysu, sum ikki føddi, einkjuni dugnaði hann ikki hond; 22í mátti sínum týndi hann vesælar. Hann fer upp, men veit sær eingi livandi ráð; 23hann ferst uttan vón og stuðul, eymd hevur hann altíð fyri eyga; 24stokkutur er stórleiki hans, brátt er hann burtur, má lúta eins og alt, ið doyr, verða avslitin eins og aksalutur. 25Er ikki svá? Hvør kann siga, at eg ljúgvi, og gera míni orð til einkis?»

Currently Selected:

Jobsbók 24: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in