Jobsbók 21
21
Job svarar: Hvussu greiða vinirnir tað, at gudleysum ofta gongst væl allar ævidagar sínar?
1Tá svaraði Job og segði: 2«Gevið væl orðum mínum ljóð og latið tað vera ugganina frá tykkum! 3Unnið mær tað, at eg fái talað, síðan kunnu tit so háða! 4Klagi eg um menniskjur? Ella hví skuldi eg ikki vera ótolin? 5Lítið til mín og ógvist við, og leggið hond á munn! 6Tá ið eg hugsi um tað, má eg øtast, og skjálvti fer mær um kroppin. 7Hví sleppa gudleysir at liva, verða gamlir, ja, mennast? 8Ætt sína hava teir verandi hjá sær, avkom sítt fyri eygunum á sær; 9hús teirra standa í friði og uttan ótta, Guðs koyril kemur ikki niður á teir; 10tarvur teirra springur, og tað miseydnast ikki, kúgv teirra kálvar og verður ikki kálvskotin; 11teir sleppa dreingjum sínum út sum seyðafylgi, børn teirra hoppa og leika; 12teir syngja til bumbu og sitara, og gleðast við ljóðið av floytu; 13teir liva dagar sínar í lukku og fara í friði niður til heljar, 14tó at teir søgdu við Guð: «Far tú frá okkum, at kenna vegir tínar hugnar okkum ikki! 15Hvat er hin alvaldi, at vit skulu tæna honum? Hvat gagn er okkum í at heita á hann?» 16Er ikki lukka teirra í teirra egnu hond, og ráð teirra gudleysu langt burtur frá honum? 17Nær sloknar lampan hjá gudleysum? Nær kemur ógævan yvir teir? Nær skiftir hann sundur lut teirra í vreiði síni, 18so at teir verða sum strá fyri vindi, sum dumba, ið fýkur burtur í stormi? 19Goymir Guð børnum hansara ógævu hansara? Lat hann endurgjalda honum sjálvum, so hann fær tað at kenna; 20lat hann sjálvan fáa sítt óhapp at síggja og vreiði hins alvalda at drekka! 21Tí at hvat leggur hann í hús sítt eftir seg, tá ið mánaða tal hans er fylt? 22Kann nakar læra Guð vitsku, hann, sum dømir hinar hægstu verur? 23Ein doyr í hægstu vælferð, fullkomiliga tryggur og sorgleysur; 24biði hans eru full av mjólk, og í beinunum er digagóður mergur. 25Annar doyr við beiskari sál og hevur ongantíð notið nakra lukku. 26Teir leggjast báðir í moldina, og maðkarnir hylja teir báðar. 27Sí, eg veit væl hugsanir tykkara og svikaráð tykkara móti mær, 28tá ið tit siga: «Hvar er stórmanshúsið, og hvar er tjaldið, sum hinir gudleysu búgva í?» 29Hava tit ongantíð spurt ferðafólk, og frásagnir teirra munnu tit ikki avsanna: 30Á skaðadegi verður hin vándi spardur, á vreiðidegi verður hann bjargaður. 31Hvør setir at honum fyri atferð hans, hvør lønir honum aftur tað, ið hann ger? 32Til gravar verður hann borin, við gravarheyggj hans vakt verður hildin; 33søtan svevur hann undir torvu í dali, og eftir hann fylgja allir menn, eins og óteljandi eru farnir undan honum. 34Hvør tóm er uggan tykkara! Og svar tykkara – eina svikið er eftir!»
Currently Selected:
Jobsbók 21: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society