YouVersion Logo
Search Icon

Jobsbók 20

20
Onnur tala Zofars: Job talar sum dári
1Tá tók Zofar Náamatiti til orða og segði: 2«Tí geva hugsanir mínar mær svar, og tí leikar í inni í mær; 3skemdar átalur fái eg at hoyra, og vitloysis orðavind fái eg til svar.
Vreiði Guðs rámar hin gudleysa
4Veitst tú tá ikki frá farnum tíðum, frá tí at menniskjan varð sett á jørðina, 5at vándir hava skamman fagnað og gudleysir stokkuta gleði? 6Um so hugmóð hans stígur at himni, og høvur hans tekur upp í skýggj, 7so hvørvur hann kortini med alla eins og hans egna skarn; teir, sum sóu hann, siga: «Hvar er hann?» 8Hann fer burtur eins og dreymur, tey finna hann ikki, verður burturrikin eins og náttarsjón. 9Eygað, ið sá hann, sær hann ikki aftur, bústaður hans sær hann aldri meir. 10Børn hans mega gera sær dælt við fátæk fólk, hendur hans mega lata ognir hans frá sær aftur. 11Bein hans vóru full av ungdómsmegi, men hon legst í mold saman við honum. 12Um so hitt illa er søtt í munni hans, um hann goymir tað undir tungu síni, 13drýggjar sær tað og vil ikki sleppa tí, og heldur tí fast í góma sínum, 14so broytist tó føðin í búki hans til ormaeitur innan í honum; 15ríkidømið, hann gloypti, má hann spýggja upp aftur, Guð koyrir tað út úr maga hans; 16hann sýgur í seg ormaeitur, slangutungan drepur hann; 17hann fær ei at síggja løkir av olju, áir av hunangi og róma; 18hann má lata frá sær vinning sín og gloypir honum ikki, tann eyður, hann vann sær, veitir honum onga gleði. 19Tí at hann kúgaði armingar og læt teir liggja, rændi hús, sum hann ikki bygdi. 20Tí at hann hevur onga hjálp av ognum sínum, við gripum sínum hann ikki verður bjargaður. 21Einki slapp undan, at hann ikki át tað, tí skal eydna hans ikki vara við. 22Í allari ríkidømis ovurnøgd skal vera trongligt hjá honum, alt hans vanlukku magn kemur yvir hann. 23Til tess búk hans at fylla sendir Guð í hann sína brennandi vreiði, letur grimd sína regna oman yvir hann. 24Flýggjar hann fyri jarnvápnum, tá gjøgnumgatar koparbogin hann. 25Knívur kemur út gjøgnum ryggin á honum og blankur oddur út úr galli hans, og deyðaræðslur falla á hann. 26Alt myrkur er goymt niðurfyri til hansara, eldur, sum ei verður kyndur, oyðir hann, etur tað, ið eftir er í tjaldi hans. 27Himmalin opinberar brotsverk hans, jørðin reisist móti honum. 28Grøðin í húsi hans fer í útlegd, rennur burtur á vreiðidegi hans. 29Slíkur er luturin hjá gudleysum manni frá Guði og arvurin, sum honum er ætlaður av Guði.»

Currently Selected:

Jobsbók 20: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in