Jobsbók 22
22
Triðja tala Elifazar: Vándskapur Jobs er mikil
1Tá tók Elifaz Temaniti til orða og segði: 2«Er maðurin Guði at gagni? Nei, vitur maður gagnar sær sjálvum. 3Er tað hinum alvalda nakar hugnaður, at tú ert rættvísur, ella nakar vinningur, at tú fert rættiliga at? 4Er tað gudsótta tín, hann revsar, og fyri hann, at hann fer við tær fyri dóm? 5Er ikki vándskapur tín mikil og misgerðir tínar uttan enda?
Hann hevur verið hjartaleysur móti neyðstøddum
6Tí at uttan orsøk pantaði tú brøður tínar og lætst tey úr, ið vóru illa klædd; 7ikki gavst tú hinum móða vatn at drekka, og hinum svanga sýtti tú breyð. 8Hin máttmikli – hann átti landið, hin háttvirdi búði í tí. 9Einkjur koyrdi tú tómhentar burtur, og armarnar á faðirleysum breytst tú. 10Fyri tað eru snerrur uttan um teg, og hevur ræðsla brádliga tikið teg. 11Ljós títt gjørdist myrkur, tú kanst ikki síggja, og vatnflóðir skola yvir teg!
Ikki mætari enn gudloysingar í forðum, sum Guð revsaði
12Er Guð ikki í hægsta himni? Hygg at ovastu stjørnum, hvussu høgt tær standa! 13Og tú sigur: «Hvat veit Guð? kann hann døma aftan fyri skýsortan? 14Tí at skýggini myrkja fyri honum, so at hann sær ikki, og á himnahválvinum hann gongur!» 15Vilt tú halda fortíðar leið, sum illgerðarmenn hava gingið, 16teir, sum í úrtíð vórðu ryktir burt, og grundvøllur teirra skolaðist burtur sum streymur, 17sum søgdu við Guð: «Far tú frá okkum! Hvat kann hin alvaldi gera okkum?» 18Og tó fylti hann hús teirra við signing, ráð teirra gudleysu eru langt burtur frá honum. 19Rættvísir sóu tað og gleddust, hin sakleysi spottaði teir. 20Vissuliga fórust fíggindar okkara, og tað, ið eftir var av teimum, át eldurin.
Men vendir Job við, hjálpir Harrin
21Verð vinur við hann og bind frið, við tað skal lukka verða tær fyri. 22Tak við læru av munni hans og legg orð hans tær í hjarta! 23Vendir tú tær til hin alvalda og eyðmýkir teg sjálvan, rekur tú órættin burtur frá tjaldi tínum. 24Kastar tú gullið í dustið, Ofirgullið millum steinarnar í ánni, 25tá skal hin alvaldi verða gull títt og hitt skærasta silvur hjá tær. 26Ja, tá skalt tú frøast um hin alvalda og lyfta ásjón tíni til Guðs. 27Biður tú til hansara, bønhoyrir hann teg, og tú kanst halda tað, tú hevur lovað; 28ætlar tú nakað, skal tað eydnast tær, og ljós skal skína á vegum tínum. 29Tí at hástór og hugmóðig eyðmýkir hann, men hjálpir tí, ið hyggur niður. 30Hann bjargar sakleysum manni, og tað við reinleika handa sína.»
Currently Selected:
Jobsbók 22: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society